Leygardagin verður næstseinasta umfar í FM í bridge fyri lið. Í fyrstu deild liggur liðið hjá Boga Simonsen 10 stig framman fyri nummar tvey. Í hvørjum dysti ber til at vinna upp í 25 stig og tveir dystir verða spældir leygardagin, so einki er avgjørt. Hvør dystur er 28 spøl varir 2 tímar.
Á øðrum og triðja plássi liggja liðini hjá Per Kallsberg og Símun Lassaberg. Tey skulu spæla innanhýsis dyst, so tann dysturin kann verða avgerandi fyri um annað av liðunum kann hála seg inn á liðið hjá Boga.
Í aðru deild liggur liðið hjá Onnu Olsen nummar eitt, men bara tvey stig frammanfyri liðið hjá Jórun Johannesen. So í 2. deild er als einki avgjørt.
Á hvørjum liðið eru 4-6 spælarar, og í hvørjum dysti spæla tvey pør úr hvørjum liðið.
FM-kappingin verður í Bridgehúsinum leygardagin kl. 12. Áskoðarar eru vælkomnir. Meiri fæst at vita á www.bridge.fo.