Nógv spennandi er á skránni í summar, um tú leitar eftir forkunnugum upplivingum og samstundis vilt læra okkurt um náttúru, djóralív, søgu, mentan, víkingatíð og mangt annað spennandi.
Tjóðsavnið bjóðar eitt nú spennandi upplivingartúrar fyri bæði børn og vaksin við serkønum frásøgufólkum. 23. juli letur ársins serframsýning upp í Auluni í Finsen við eini perlurøð av fantastiskum myndum, ið Adam Woolfitt tók fyri National Geographic í 1968 og 1969. Og nú geva vit tær møguleikan at vera við til at mynda næstu framsýningina hjá Tjóðsavninum.