Spennandi fyrilestur um íverksetan og heilsugóðan lívsstíl

Sunnukvøldið fær Setrið saman við Hugskotinum spennandi vitjan av manningini á eini 3-manstyrlu, sum ferðast verðina runt í 84 dagar.

Tíðindaskriv:

Teir hava valt eisini at steðga á í Føroyum og fara at halda fyrilestur um evnið “Entrepreneurship & Healthy Lifestyle –  two sides of the same coin”.

Talan er um kanadiskar íverksetarar, sum hava fleiri ára langar, væleydnaðar royndir frá handilsverðini. Hesar royndir vilja teir lutað við onnur, eisini í Føroyum. Í hesum sambandi fara teir sunnukvøldið 3. juni kl. 19.00 at hava fyrilestur í Kongshøll í Sjóvinnuhúsinum á Vestaru bryggu í Havn.

Øll eru vælkomin

Fróðskaparsetur Føroya og Hugskotið
Les nærri um tiltakið á heimasíðuni HER: https://www.epicworldtour.com/

ella í føroyskaða tekstinum niðanfyri

Við tyrlu kring heimin í 84 dagar

Tríggir ævintýrarar við viðførinum fullum av sólskinssøgum frá nærum 30-ára longu yrkisleið síni,  fara at greiða frá hesum søgum á ókeypis ráðstevnum, sum eru ætlaðar komandi íverksetum. 

Ferðin kring heimin, ið ber heitið “EPIC Tour”, byrjar 1. mai í Whistler í Kanada og endar sama stað 84 dagar seinni. Tyrlan fer at seta seg í  fleiri enn 40 londum, flúgva yvir fleiri enn 5 heimspartar, og flogið verður í 340 tímar tilsaman. Ein ráðstevna verður á hvørjum stað, steðgað verður, ið ber heitið – “Íverksetan og heilsugóður lívsstílur – tvær síður av somu søk”. Tiltakið er alment, og er serliga ætlað komandi íverksetarum.

“Tað (túrurin, red.) er ein stór avbjóðing. Tað krevur dirvi, fyriskipan og áhaldni. Júst hesar tríggar førleikar finnast í einum og hvørjum væleydnaðum íverkseta, og ein lítur á júst hesar tríggjar førleikar til at taka ein heilsugóðan lívsstíl til sín. Hetta er kjarnin av tí, eg fari at greiða frá á hesum ráðstevnum, tí hesir førleikar lýsa væl mína persónligu og virkisligu viðgongd”.

Hesi orð eigur Ruben Dias, ein 47 ára gamal portugisiskur sjálvlærdur hópíverksetari, sum hevur verið íverksetari í næstan 30 ár. “Eg trúgvi fult og fast uppá, at tess fyrr tú byrjar, jú størri er møguleikin fyri, at tú eydnast”. Ruben fer at halda røðu á øllum ráðstevnunum, men kemur ikki at verða einsamallur á hesi ferðini.

Mischa Gelb, royndi flogskiparin, og Diogo Dias, flogvitið innan sosialir miðlar, fullfíggja bólkin. Tríggir menn í einari tyrlu. Tyrlan var ikki vald av tilvild. “Inni í stýriklivanum er eitt gjølla neyvstilla umhvørvi, har eingin mistøk rúmast, og lítið tolsemi er fyri támutum fokus. Sum heild tað sama umhvørvi ein eigur at røkja í sínari egnu fyritøku”, greiður Ruben frá.

“EPIC Tour” er stuðlað av einum felagi, ið umsitur váðafúsan pening (www.fasttrack.vc): http://www.fasttrack.vc/ og einari vegetariskari matstovu (www.8healthlounge.com): http://www.8healthlounge.com/ - sum bæði eru fíggjað og stýrd av Ruben Dias sjálvum – “feløgini sum stuðla “EPIC Tour” eru dømi úr veruleikanum, ið lýsa tað, eg ætli at greiða frá á hvørjari ráðstevnu: FastTrackkveikir nýskapan og Eight fremur heilsugóðan lívsstíl. Tað er týdningarmikið at skilja frá byrjan, at nógv meira er at vinna í einum heimi fullum av glaðum, fullfíggjaðum og sunnum fólki”. 

“EPIC stendur fyri Empowering People & Inspiring Change og hetta er júst tað, vit fara at gera kring allan heimin” sigur Ruben at enda.