Spennandi dagur

Eitt afturvendandi tiltak, sum skúlarnir í Sunda kommunu skipa fyri, er ein talvkapping, og í ár var hon í Norðskála-Oyrar skúla.


Hósmorgunin innan heystfrítíðina møttu so fleiri enn hundrað spentir og vælupplagdir næmingar.Tað var stórsligið at síggja øll hesi høvdini bend yvir talvborðini í djúpari tøgn. Tað var næstan so, at tú hoyrdi, hvussu tað brakaði. Í steðginum fingu tey frukt og vatn, fóru út at fáa sær fríska luft og práta og spæla saman.


Seinni um dagin fingu vinnararnir handað steyp og heiðursmerki, og tað var borgarstjórin, sum handaði. Ikki øll fingu steyp ella heiðursmerki, men hóast tað, vóru øll samd um, at hetta hevði verið ein góður skúladagur.