Sparkivølll og grillpláss við Svangá!

Sum formaður í byggi og byarskiparnarnevndini, eri eg sera fegin um at kunna upplýsa, at nú fær økið við Svanga í Tórshavn sítt frítíðarspælipláss, har tað skal gerast ein FIFA góðkendur sparkivøllur og við grillpláss o.a. Hetta var einmælt samtykt á fundi hjá byggi og byarskiparnarnevndini í gjár.


Fyri nógvum árum síðan varð uppskot gjørt til skipan av frítíðarøkinum úti í Svanga. Økið liggur við Grønlandsvegin, Hvalsoyar og Torsteinsgøtu og í Svanga.


Allir íbúgvarnir í útstykkingini eiga sín part av felagsfrítíðarøkinum. Táverandi planur varð ongantíð settur í verk tí at semja var ikki millum íbúgvarnar/eigarnar.


Nú er ynski komið frá øllum eigarunum um, at kommunan yvirtekur økið og skipar sparkivølll og grillpláss, annars fær kommunan ikki ognarrætt til økið.


Málið skal nú til grannahoyring og síðan skal fíggingin finnast til hesa týðandi ætlan. Hetta málið hevur ligið stilt í mong harrans ár og nú er at fegnast um at okkurt hendir.


Málið kemur fyri aftur til komandi fund í byggi og býarskiparnarnevndini sum verður 11 juni. 2012.


Levi Mørk, formaður


Í byggi og byarskiparnarnevndini


hjá Tórshavnar kommunu