Spakin settur í til nýggja barnagarðin í Vági

Hósdagin 15. september var spakin settur í til nýggja barnagarðin í Vági.


Um 14 tíðina var Eyðdis Kjærbo, formaður í mentanarnevndini hjá Vágs kommunu, og setti spakan í.


Tað er sp/f á Brekkunum, sum fekk arbeiði at gera útgrevsturin og byrjaði arbeiði 14. september 2011.


Børnini, sum ganga í barnagarðinum hjá Vágs kommunu, hugdu spent at meðan grivið varð.


http://www.vagur.fo/Default.aspx?pageid=681&NewsItemID=11482