Spæliliðið - ein lítil sólskinssøga

Ein arbeiðsbólkur hevur arbeitt við at fáa donsku ætlanina “Legepatruljen” at virka í Føroyum.


Føroyska heitið á verkætlanini er Spæliliðið. Endamálið við verkætlanini er at fáa næmingar at røra seg meir og verða kropsliga virknir. Dentur verður lagdur á at fáa teir yngru næmingarnar at spæla í skúlagarðinum í fríkorterunum.


Tað eru eldri næmingar í 6./7. flokki, sum skipa fyri. Hesir næmingar hava verið á skeið, har teir hava lært, hvussu teir kunnu standa fyri hesi uppgávu.


Ein ella fleiri lærarar í skúlunum virka sum akkersfólk og skulu hjálpa næmingunum at skipa fyri. Umboð fyri arbeiðsbólkin vóru á fundi við leiðslurnar í skúlunum í Tórshavnar kommunu í mars 2011. Leiðslurnar tóku væl undir við uppskotinum at seta ætlanina í verk í skúlunum her.


Spæliliðið er eisini ein liður at bøta um trivnaðin í skúlanum / fríkorterunum, og er tí tengt at AKT og SSP.** Í stuttum er endamálið við Spæliliðnum at fáa børn at vera úti og virkin í fríkorterunum, skapa betri trivnað og forða fyri happing.


Myndirnar eru tiknar í dag, tá Katrin Ellingsgaard, málsviðgerði í skúlamálum hjá Tórshavnar kommunu, og Heðin Mortensen, borgarstjóri, handaðu næmingunum skreytbløð.


Fleiri myndir eru á www.torshavn.fo