Sosialpolitikkur og tilfeingisgjald

Í dag hevur Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, svarað fleiri munnligum fyrispurningum. M.a. hevur løgmaður svarað fyrispurningi frá Høgna Hoydal, løgtingsmanni, viðvíkjandi tilfeingisgjaldi, sosialpolitikki, havrannsóknarskipi v.m.


Spurningarnir frá Høgna Hoydal, løgtingsmanni, vóru hesir:


Hvussu ber tað til, at løgmaður kallar tilfeingisgjald fyri 2012 “størsta sosialpolitiska tiltak í søgu Sambandsfloksins”?


Heldur løgmaður, at hetta vísir virðing fyri veruligum sosialpolitikki og frambrotum í Føroya søgu?


Er flatskatturin og nógv hækkaði skatturin av pensjónsinngjøldum hjá teimum lægstløntu, ið hevur flutt umleið 300 mió. krónur frá tí lægri løntu helvtini til ta hægri løntu helvtina, ikki sosialpolitikkur?


Tá tilfeingisinntøkur landskassans av makreli í fjør vóru áleið 88 mió. kr. – harav 74 mió. av 20.000 tonsum, hví er so ein árlig tilfeingisinntøka á 120 mió. kr. eitt “stórt tiltak”


Tá landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum hevur boðað frá, at inntøkurnar av tilfeingisgjaldi skulu nýtast til at byggja Havrannsóknarskip fyri, er so Havrannsóknarskipið eisini eitt “stórt sosialpolitisk tiltak”?** Í hesum sambandi sigur løgmaður:


Andstøðan hevur dúgliga knýtt saman skattalættan og skatting av pensjónum við inngjald og ført fram, at tikið verður frá lágløntum fyri at fjálga um tey væl bjargaðu. Sagt verður, at hetta er púra burturvið, tí sosialpolitiskt er hetta ein stórur skeivleiki. Tí undrar tað meg ikki sørt, at tá ið ætlanin er at fáa fleiri inntøkur til landið við tilfeingisgjaldi, so undrast andstøðan á, at sosialpolitikkur verður knýttur at hesum. Logikkurin handan atfinningina hongur ikki saman!


Lat meg gera greitt, at tilfeingisinntøkur fara í landskassan og verða sostatt brúktar til at reka okkara samfelag fyri. Tað er ein sannroynd, at nógv tann størsti parturin av útreiðslum landskassans verða brúktar á almanna, heilsu- og skúlaøkinum. Hetta øki kann kallast sosialpolitiskt ella kjarnuøki í okkara vælferðarsamfelagi. Av teimum ætlaðu tilfeingisinntøkunum á uml. 120 mió. kr verður størsti parturin brúktur á sosialpolitiska økinum. Hesir nógvu pengar gera veruliga mun hjá mongum borgarum innan fleiri ymisk øki.


Eftir mínum tykki snýr sosialpolitikkur seg í breiðum týdningi um politikkir, átøk og raðfestingar fyri at tryggja vælferðina hjá øllum borgarum. Tað er hesin týdningurin, sum skal leggast í mína nýtslu av hugtakinum sosialpolitikkur.


Tað verður ikki tikið frá lágløntum við teirri nýggju skattaskipanini.


Við flatskattaskipanini varð bøtt munandi um skeivleikan í tí gamla skattastiganum. Landsstýrið hevur framt skattaumskipanina fyri at tryggja eitt rímiligt samsvar millum inntøku og tað, sum fólk hava at ráða yvir aftaná, at skattur er rindaður. So talan er ikki um sosialpolitikk, men um eina neyðuga skattaumskipan.


Tann nýggja skattaskipanin gevur teimum, sum forvinna mest tann størsta lættam í krónum og oyrum. Tilfeingisgjald ella tilfeingisrenta gevur teimum, sum forvinna mest, ta størstu rokningina fyri brúksrættin.


At gjald verður rindað fyri fiskitilfeingið er eitt framstig. Eg fegnist um, at inntøkur landskassans frá makrelfiskiskapinum í fjør vóru 88 mió. kr.


Ein mett tilfeingisinntøka í ár á 120 mió. kr er ein stór upphædd. Hetta skal eisini síggjast í ljósinum av, at vit ikki fyrr hava lagt gjøld fiskitilfeingið. Hetta er eitt átak, sum gevur landskassanum stóra inntøka, sum er við til at fíggja raksturin av okkara vælferðarsamfelagi. Tí kann sigast, at henda tilfeingisinntøka er stórt tiltak.


Tá ið gjald verður ásett á tilfeingi, er tað sera týdningarmikið, at gjaldið er rímiligt í stødd og samstundis ikki ov stórt, so tað ikki virkar darvandi hjá vinnuni. Hetta hevur landsstýrið havt í huga, tá stødd á tilfeingisgjaldi hevur verið viðgjørt.


Okkara uppskrift uppá øktar skattainntøkur til landskassan er ikki fyrst og fremst nýggj gjøld, men vøkstur í vinnuni og harvið fáa vit ein størri og sterkari búskap, ið gevur landinum øktar inntøkur.