Sosiallóggávan, sum hvarv

Í byrjanuni av 2015 varð sjøtul settur á týðandi arbeiði. Almannaverkið, við táverandi landsstýriskvinnu í Almannamálum, Anniku Olsen, setti ein arbeiðsbólk at koma við einum áliti um tænastupolitikk landsins. Grundað á hetta álit skuldi so ein tænastulóggáva ella sosiallóggáva vera, ið vit meta, eigur at hava til endamáls at tryggja okkara veikastu borgarar. Her verður hugsað um tey, ið ikki altíð megna at tala egna sína egnu søk og hava tørv á námsfrøðiligum stuðli at megna gerandisdagin.
 
Hetta arbeiðið skuldi ganga skjótt, og ætlanin var, at fyrsta útkast longu skuldi vera liðugt um summarið í 2015. Tað var tað ikki. Val bleiv síðani útskrivað og arbeiðið helt fram, tó at ein nýggj landsstýriskvinna nú sat í stólinum í almannaráðnum. Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna, helt á við arbeiðinum og víðkaði arbeiðssetningin nakað - og tí varð sagt, at arbeiðið ikki fór at verða liðugt fyrrenn í februar 2016.
 
Februar gjørdist mai og síðani eftir summarferiuna, og seinast, spurt varð, um nær vit kundu vænta okkum “álitið” til hoyringar, varð eingin dagfesting sett, bert eini boð um, at har var nógv at gera.
 
Almannaverkið, ið er stovnurin, ið skal veita hesum borgarum ein tryggan og innihaldsríkan dag - hevur nú gjørt eina trivnaðarkanning millum starvsfólkini í Almannaverkinum - og her vóru nógvar ávaringarklokkur sum ringdu. Harðskapur, uttan týðiligar ætlanir um fyribyrging. Strongd, uttan nakra ætlan um, hvussu strongd skal fyribyrgjast. Umframt afturvendandi boð frá starvsfólkunum um, at leiðslan ikki tykist røkka út til starvsfólkini.
 
Fyri okkum, sum fylgja við gongdini, er tað týðuligt, at Almannaøkinum tørvar pening og starvsfólk. Arbeiðsorka tykist ikki vera til at grundleggjandi og vantandi lógarverkið kemur upp á pláss. Peningur tykist ikki vera settur av til at seta leiðslur í Almannaverkinum, soleiðis at starvsfólk fáa eina nærverandi leiðslu.
 
Okkara áheitan á politisku myndugleikarnar er, at nú er tíðin komin at seta almannaøkið á breddan og loysa tær avbjóðingar, ið eru. Tað hevur týdning, at starvsfólk vera tikin við upp á ráð - men, tá er eisini neyðugt, at onkur er, sum kann spyrja, lurta og megna at lofta tí, sum starvsfólkini siga.
 
Setið nú meira av orku og pening av til almannaøkið. Tað kemur øllum tilgóðar.

Jógvan Philbrowformaður