Við hesum verður veitan og uppsetan av sólverjandi gardinum til Skúladepilin við Marknagil boðið út alment.
Freistin at lata inn tilboð er 26. august 2020 kl. 12:00.
Kontaktpersónur er Rói H. Lamhauge, tel. 290 848, teldupost rola@lv.fo.
Útbjóðingarháttur
Útboðið verður framt sum eitt alment útboð sambært rundskrivi um keyp av vørum og tænastum nr. 9000 frá 1. juli 2016.
ÚTBOÐSTILFAR
Nýggi Skúladepilin við Marknagil varð tikin í nýtslu í august 2018. Bygningurin er partur av samanleggingini av Føroya Studentaskúlanum í Hoydølum, Føroya Handilsskúla í Tórshavn og Tekniska skúla í Tórshavn. Skúlin húsar áleið 1.400 næmingum og lærarum dagliga.
Tað hevur víst seg, at gardinurnar, sum eru hongdar upp á Skúladeplinum eru ov gjøgnumskygdar, og tí órógvar sólarljósið undirvísingina. Harumframt klárar hitin í ov stóran mun at koma ígjøgnum gardinurnar. Hetta førir við sær, at flokshølir á skúladeplinum viðhvørt gerast ov heit at vera í. Gardinurnar, sum skulu veitast á Glasi, skulu í ávísan mun halda hitanum burtur úr flokshølunum, samstundis sum hitin millum rút og gardinur ikki skal gerast ov høgur.
Atgongd fæst til útbjóðingartilfarið gjøgnum talgilda samskiftispallin hjá Landsverki á: https://www.ibinder.com/External/EnquiryLink.aspx?id=kzowhghcyv