Seinasta árið hava Jóhanna Ljósá Hansen og Sólrun Larsen verið virknar á kanningarstovuni hjá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni og á Deildini fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu.
Tær hava skrivað serritgerð til M.Sc. í Læknavísindi við ídnaðar sergrein við Universitetið í Aalborg, men royndir og arbeiði varð gjørt í Føroyum.
Jógvan Páll Fjallsbak frá Heilsufrøðiligu starvsstovuni, og Maria Skaalum Petersen frá Deildini fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu hava verið hjávegleiðarar.
Tey fegnast um góða samstarvið og møguleikan hjá lesandi at arbeiða við viðkomandi verkætlanum á stovnunum.
Serritgerðin ber heitið “Antibody Response in COVID-19 Positvie Individuals in the Faroe Islands”, har Sólrun og Jóhanna lýsa gongdina við andevnum hjá teimum, ið hava verið sjúk við COVID-19 í Føroyum. Úrslitini eru áhugaverd, t.d. verður víst at andevni minka fyrsta hálva árið, og síðani eru støðug, og eisini at m.a. aldur hevur ávirkan á mongd av andevnum. Komandi tíðina verður meira at frætta um hetta í vísindaligum greinum.
Hósdagin 17-06-2021 var væleydnað próvtøka á netinum. Vit ynskja Jóhonnu og Sólrun hjartaliga til lukku við útbúgvingini !