Sólorka letur upp á Gran Canaria

Hóast nógvir føroyingar ferðast suður til Gran Canaria um
veturin, hevur eingin verulig føroysk móttøka verið á miðatlantisku oynni.
Hetta fer Sólorka nú at bøta um sum partur av tænastuni, sum felagið rópar:
“Tín vertur úti í verðini!” Í vetur fer føroyska incoming-felagið í Spania
eisini at veita tænastur á Gran Canaria. Talan verður ikki um vanligu
sólorkuseturnar um várið og heystið, sum útivið 2000 føroyingar longu hava
vitjað á sponsku Costa Blanca. Tó verða summar av tænastunum tær somu.



 



- Eitt er at bíleggja
ein ferðaseðil út í heim og so bara vóna tað besta. At vitja okkum úti í
verðini skal vera nakað heilt annað, sigur Tróndur Djurhuus, stjóri í Sólorku.
– Vit leggja okkum eftir at veita tryggleika, persónliga nærveru og ráðgeving á
føroyskum og at bjóða gestunum gott og áhugavert innihald undir vitjan teirra.



 



Sólorka fer at
bjóða ymsar áhugaverdar útferðir á føroyskum. Felagið fer eisini at tryggja gestum
sínum gisting á hotellum, haðani tað ber til at vitja bæði strendur og miðbýarlív
til gongu.



 



- Alt ov ofta enda
ferðafólk á onkrum hoteløki, sum í sjálvum sær kann vera fyrstafloks, men sum
liggur so langt burturi í óbygdum, at tey vitjandi einki annað uppliva. Hetta
halda vit vera stórt spell, sigur Unn Hilduberg, tænastuleiðari í Sólorku. -
Eins og øll onnur pláss í heiminum hevur Gran Canaria nógv spennandi at bjóða,
sum hin vitjandi kanska ikki fær eygað á. Tað kann gerast eitt sindur keðiligt
bara at liggja og sóla sær við sama svimjihylin í hálvaaðru viku



 



Sólorka fer at
bjóða gestum sínum beinleiðis f
logferð úr Vágum til Las Palmas, koyring við egnum bussum til hotel í
Playa del Inglés, gisting við ella uttan máltíðir, hjálp og vegleiðing frá
sólorku-vertum á staðnum umframt møguleikarnar fyri føroyskum
útferðum.