Steypafinalurnar í fótbólti nærkast við ferð. Tað hevur sæst aftur á Tórsvølli seinastu tvey kvøldini. Har hava tey sterku fótbóltsljósini lýst úr mastrunum, meðan finaluliðini hava vant.
Tey hava fingið høvi til at venja á tí nýggja graslíkinum, sum er lagt á Tórsvøll í staðin fyri natúrgrasið, sum var frammanundan. Hetta er sera framkomið graslíki, sum er góðkent til altjóða dystir, og sostatt kunna allir altjóða dystir spælast har í framtíðini.
Tórshavnar kommuna og Fótbóltssamband Føroya dagføra Tórsvøll í felag. Í fjør komu ljósini upp, so altjóða dystir kunna spælast allar tíðir á degnum, og nú er graslíkið komið á vøllin, so hann kann brúkast til bæði altjóða dystir og heimligar venjingar í nógv størri mun..
FSF fær nú størri nyttu av vøllinum til síni landslið, og Tórshavnar kommuna fær nógv fleiri vallartímar til síni mongu fótbóltslið. Higartil hevur Tórsvøllur bert kunnað verið brúktur sera avmarkað tímatal, tí grasið sleitst so skjótt. Tann trupulleikin er burtur við teirri íløguni, sum FSF og TK nú hava gjørt í Tórsvøll.
Tann nýggi vøllurin fer at standa sína roynd fríggjakvøldið og leygardagin, tá allar steypafinalurnar í fótbólti verða avgreiddar har um eina leið við finaluni um Løgmanssteypið sum tí seinastu leygarkvøldið kl. 19.45.
Í grannalagnum hjá Tórsvølli verður arbeitt yvir háls og herðar at skifta gólvið í Ítróttarhøllini á Hálsi. Gamla gólvið er 42 ára gamalt og hevur tænt fyri sítt breyð. Besta gólv í landinum, hóast aldurin, men nú var tíðarinnar tonn farin við tí, og nýtt verður lagt á. Tað verður liðugt til hondbóltskappingina.
Í Hoyvík verður síðsta hond løgd á fyrsta stig av útbygging asv Hoyvíkshøllini. Nú verða fleiri umklæðingarrúm, fleiri goymslurúm eins og toilett og forstova til áskoðararnar, og í Badmintonhøllini verður arbeitt við at umvæla loftið.
Jógvan Arge, formaður í
Mentamálanevndini í Havn.
---