Sólin skein í steypafinalunum

B36 skipaði leygarkvøldið fyri samkomu í Gundadali fyri síni trý lið, sum vóru umboðað á steypafinaludegnum á Tórsvølli. Skurðurin var ein steypasigur fyri mansunglingar og silvurmerki til U 14 gentur og 1. kvinnulið eftir javnar finalur móti sjálvum KÍ.


Formaðurin í mentamálanevndini Jógvan Arge var boðin at røða fyri teimum mongu ungu spælarunum beint upp undir finaluna um løgmanssteypið. Hann var fegin um avrikini hjá teimum ungu og kvinnunum í Havn, men saknaði teir trøllvaksnu menninar í finalunum:


“Vit havnarfólk verða argað við, at her er altíð so kjaftsvart í mjørka. Tað nívir okkum nú ikki. Heldur gleðir tað okkum, at skal sólin skína aðrastaðni í Føroyum, so mugu vit taka nakrar mjøkadagar upp á okkum her. Tað gera vit fegin – men bara til eitt vist, sjálvandi.


Nú hava sólirnar skinið á Tórsvølli í fleiri dagar – ikki minst hesi seinastu kvøldini. Fríggjakvøldið upplivdu vit, at bæði havnarfeløgini fóru avstað við steypasigrunum – U17 genturar hjá HB og U18 unglingarnir hjá B36. Vit kunna longu í dag siga, at hetta verða sólir, sum fara at skína á okkara fótbóltshimni.


Tit B36-unglingar hjartaliga til lukku við sigrinum. Eg skilti, at tað, sum rættiliga setti tykkum í gongd, var misnøgd við eina dómaravgerð. Tað er í fínasta lagi at svara aftur við at vinna bæði steyp og gull. Betri kann tað neyvan gerast. Og á henda hátt skínur sólin bæði á tykkum og fótbóltin.


Kvinnurnar komnar fyri seg


Í dag hevur B36 havt ikki minni enn tvey lið av sólstrálum millum finalistarnar á tjóðarvøllinum. Stuttligt er, at U14 genturnar roynast so væl, tí hetta er framtíðin, sum felagið skal byggja á. Gentunar spældu jú javnt í vanligu spælitíðini móti KÍ, sum hevur so stoltar tradisjónir á kvinnusíðuni.


Tykkara unga 1. kvinnulið, sum var í finaluni móti teimum leingi altráðandi føroyameistarunum, skakaði kvinnurnar hjá KÍ hesaferð, og næstu ferð fara tit at vinna. Alt tilsaman sigur hetta okkum, at kvinnufótbólturin í B36 er komin fyri seg aftur, og tað er fyri neyðini.


Fyri fótbóltsfeløgini og føroyskan fótbólt sum heild hugsi eg, at tað er týdningarmikið, at dentur verður lagdur á fótbólt bæði fyri dreingir og gentur. Hetta skapar eitt livandi felag og eitt betri samansett fótbóltsumhvørvi - ikki minst sosialt. Skilji, at hesum setningi arbeiða tit í B36 tilvitað við. Tað mugu tit endiliga halda fram við.


Tað er eisini gleðiligt at síggja stevnumið tykkara, har dentur verður lagdur á ta sera týdningarmiklu funktión, sum fótbólturin og felagslívið eiga at hava fyri okkum sum menniskju, ikki minst fyri tykkum ungu.


Bíða eftir monnunum


Góðu tit í B36. Vit vita, hvussu stórt arbeiði liggur í at reka eitt fótbóltsfelag við fleiri hundrað leikarum og tíggjutals liðum í øllum aldursbólkum. Karmarnir her í Gundadali eru ikki so galnir, og teir eru bøttir munandi við nýggja graslíkinum á Tórsvølli. Tað fer sjálvandi eisini at síggjast aftur hjá tykkum.


Eg fari – sum ein góður HBari við virðing fyri B36 – at ynskja tykkum alt tað besta í komandi tíðum. Fari eisini, um ikki at krevja, so inniliga at vóna, at okkara trøllvaksnu menn koma út úr skápunum og fram aftur í sólina. Tí tað er umráðandi , at høvuðsstaðurin verður umboðaður næstu ferð, vit koma til Løgmansfinalu á Tórsvølli, gjarna við báðum finalistunum.


Takk fyri góðar dagar og dystir.


Jógvan Arge,


formaður í mentamálanevnd Tórshavnar býráðs