Soleiðis taka fremmand landið

Tá ið Javnaðarflokkurin ekskluderar limir í Skopun og á Tvøroyri, er tað sum liður í eini ætlan at fara so langt frá upprunanum sum gjørligt. Ein slíkur flokkur er ikki demokratiskur. Frammanundan høvdu teir Henrik Old sitandi í Tinganesi, tí so kundi hann ikki atkvøða á tingi.

Tjóðveldið er eitt sindur øðrvísi, teir seta fólk á svartalista. Svara ikki til, tá óynsktu elementini siga frá um at bæði eitt og annað ikki ber til. Larmandi tøgnin er vorðin teirra eyðmerki, peilimerki. Einki hoyrist longur um “klokkuklárar mannagongdir” ella “treytaleyst nærlagni”, bæði løgmaður og fiskimálaráðharrin vóru sitandi, sjálvt um fyrisitingarlógin var brotin. Hetta er eitt álvarsamt eyðkenni fyri ódemokratiskar skipanir, har eingin ábyrgd er virkin.

Úrslitið av slíkum lógloysi kann bert gerast ein kaotisk støða fyri alt samfelagið. Ringt verður at reparera skaðan, tá ið floksformenninir sjálvir eru størsti trupulleikin í samfelagnum.

Fyrsta stigið.

CPR-talið er fyrsta stigið til at lokka føringin inn í tann eyðnusæla danskleikan. Tí so kunnu tey ungu fara á RUC, eins og Høgni og Ronnie og koma heimaftur, sum donsk tólmenni. Uttan vit og skil. Allar tænastur vera danskar, sjálvt um vit einki hava til felags við danir. Rebelski parturin av sambandinum Edmund og Kaj Leo verða múraðir inni hjá onkrari stórlosju á Eystaru Brúgv í Keymannahavn., sum politisk ljóturdýr.

Tað eru trý ting sum skapa eitt samfelag.Tað er rætturin at verja sítt lív.  Rætturin at verja sínar egnu ognir og  rætturin at fungera sum samfelag, riggar tað ikki, er tað tí institutiónir verða niðurbrotnar. Hetta hava marxistar klárað til UG, bæði í Venezuela og Zimbabwe. Har riggar so at siga einki. Fyri 35 árum síðani vóru hesi millum heimsins ríkastu lond. Skip skulu tvingast at keypa sína egnu veiðu, bøndur sítt egna hoyggj.  Gongur tað ikki, konfiskerar ideologiska bollafabrikkin "fólksins ogn.

Myrk framtíð.

Tá harðrend stýri leggjast á onnur lond, taka tey altíð fyrst radio støðir og loka bløðini. Dønum nýtist ikki at taka Sortudíki, tí har sita longu trúgvir tegnar og senda ymisk óljóð dagin langan. Men tá ið stórdanskir frímúrarar slepa framat, er vandi á ferð. Alternativ samfeløg, saman við russisku mafiuni og sambandskum múrarum. Er tað tað vit ynskja? 

Danmark á Norðpólinum.

Til stóra danska Arktiska Ríkið, hoyra bert føroyskir bandittar. Vanlig fólk sleppa ikki við. Fyrsti partur av filminum verður gjørdur í løtuni. Danska stjórnin hevur sett 50 miljónir av til hesa propaganda kampanju, sum skal gera føringar til danir í komandi stórríkinum. Ein prinsur hevur verið á floti saman við fyrrv. Reiðaranum á einum svartkjaftaskipi. (Hvørskal siga, hava vit ikki okkara egnu prinsar?)

Tað var ein strika í rokningini, at Trump vildi keypa Grønland. Amerikanarar eru troyttir av at rinda Nato limagjaldið fyri danir. Danir hava brúkt Føroyar og Grønland sum klippi- og rabatkort í kalda krígnum, men ídag gongur slíkt ikki. Ein annar katalysator er hvítvaskið í Estlandi. Den Danske Bank vann nógvan pening uppá at reinsa pengar fyri fíggindan, samstundis sum teir ikki hildu at føringar kundu selja makrel til Russlands. Tóma politiska tunnan, Skaale, var í  parti við teimum.

Er nøkur vón fyri framman?

Undantøk hava verið í politikki. Kaj Leo Johannesen fór til Moskva at gera eina avtalu við russar. Einsamallur kláraði hann meira á sjálvstýrisleið enn nakar annar. EU-kollaboratøruruin Skaale var í øðini, tí Kaj Leo ikki boykottaði russar, meðan vinirnir í Danske Bank hvíttaðu pening fyri trilliardir í Estlandi. Men slíkt kostar, og Kaj Leo bleiv koyrdur frá sum formaður. Føringar skuldu við makt degraderast til “Danæg” í einum donskum høsnagarði.

Credo.-