Av tí at leiðarin hevur sagt seg úr starvi vegna aldur, søkja kommunurnar í Suðuroy eftir leiðara at standa á odda fyri Bú- og Heimatænastuna í Suðuroy, sum er tænastan fyri eldru borgarar í Suðuroy.
Talan er um eitt avbjóðandi, spennandi og fjølbroytt starv, har tú sum ovasti leiðari fyri eldraøkið í Suðuroy fært ábyrgd av dagligu leiðsluni og menningini av Bú- og Heimatænastuni og av stovnunum, ið eru hjá kommununum í Suðuroy.
Meira um starvið við at trýsta á link.