Sóknast eftir 30 ungum at arbeiða á Ólavsøku

Reinhaldið hjá Tórshavnar kommunu sóknast eftir ungdómi yvir 15 ár at rudda á ólavsøku. Tørvur er á 30 fólkum.


Arbeitt verður 28., 29. og 30. juli frá kl. 04.00 til 12.00. Løn sambært sáttmála við Havnar Arbeiðsmannafelag.


Áhugaði kunnu venda sær til Snarskivuna á torshavn@torshavn.fo


Skrivið “Rudda á ólavsøku” í evnisteigin.