Søk stuðul til vinnu ph.d.-verkætlanir

Eigur tú eina fyritøku í Føroyum? Hevur tú hugsað um eina granskingarverkætlan, sum kann loysa eina ítøkiliga avbjóðing, menna fakligu førleikarnar og skapa vøkstur í tykkara fyritøku ella tykkara vinnu?

Ella ert tú útbúgvin nýliga og hevur hug at fara undir eina ph.d.-verkætlan í samstarvi við eina føroyska fyritøku?

So hevur tú nú kjansin at fáa fígging til at seta hugskotið í verk.

Tað er nú møguleiki at søkja stuðul til vinnu ph.d.-verkætlanir í Føroyum.

Tað eru knappar 3 mill. kr. tøkar at luta út til 2-3 ph.d.-verkætlanir og møguliga til nakrar smærri verkætlanir.

Tvey umsóknarumfør
Tað eru tvey stig í umsóknargongdini.

Í fyrra umfari skal eitt hugskot lýsast. Eisini skal verkætlanin lýsast í stuttum. Dentur skal leggjast á væntaða nyttuvirðið fyri fyritøkuna og granskingarumhvørvið og á styrkta fakliga netverkið millum fyritøku og granskingarumhvørvi.

Umsóknarfreistin í hugskotsumfarinum er 1. mars 2018 kl. 12. Serstakt oyðublað skal nýtast til endamálið. Tak tað niður her: http://www.gransking.fo/media/2731/ums%C3%B3knarbla%C3%B0-vinnu-ph-d-2017-fyrra-umfar.docx

Ein metingarnevnd metir um innkomnu uppskotini og bjóðar bestu umsóknunum víðari til seinna umfar.

Ein fullfíggjaða umsókn skal sendast inn áðrenn freistina, sum væntandi verður 15. juni 2018 kl. 12.

Umsóknirnar verða í báðum umførum mettar eftir hesum krøvum:
- Vinnuligur týdningur og ávirkan
- Faklig góðska
- Skipan av verkætlan

Endamál
Yvirskipaða endamálið við stuðulsskipanini er styrkja granskaratilgongdina í vinnuni, styrkja førleikamenning og granskingarpartin í vinnuni og styrkja samstarvið millum granskingarumhvørvið og vinnuna.

Ítøkiliga er endamálið at geva møguleika fyri verkætlanum, sum kunnu skapa nyttuvirði við at menna ella styrkja tilgongdir (prosessir), virkisbygnað, vørur ella tænastur, sum fyritøkan selur.

Hvør kann søkja
Allar føroyskar fyritøkur omanfyri eina ávísa stødd kunnu søkja. Talan kann verða um samtak av fyritøkum.

Í sjálvari verkætlanini skal talan vera um tríggjar partar: Eina fyritøku, eitt universitet og ein ph.d.-lesandi. Tað er fyritøkan, sum skal hava høvuðsábyrgd av verkætlanini.
Les meira um ítøkiligu krøvini her: http://www.gransking.fo/fo/adrar-studulsskipanir/vinnugransking/krov-til-verkaetlanir/

Í fyrra umsóknarumfari er tað nóg mikið, at fyritøkan yvirskipað lýsir hugskotið til verkætlan, hvat universitet ætlanin er at samstarva við og hvat slag av kandidati fyritøkan heldur er hóskandi til verkætlanina. Tað ber eisini til at vera neyvari beinanvegin.

Verður umsóknin boðin víðari til seinna umfari, skulu bæði fyritøka, universitet og gjarna eisini ph.d.-kandidatur verða við í umsóknini. Tann fulla umsóknin skal tí skrivast á enskum.
Fíggjarkarmar

Fíggjarligi stuðulin kann verða upp til 50% av kostnaðinum av verkætlanini, tó í mesta lagi 1 mill. kr. Almenna fíggingin av verkætlanini kann í mesta lagi verða 50% í alt.

Viðgerð av umsóknum
Í fyrra umfari eru tað umboð fyri Vinnuhúsið, Granskingarnevndina og Granskingarráðið, sum lesa og meta um umsóknirnar. Í seinna umfari verða umsóknirnar mettar av tveimum serfrøðingum, einum úr Føroyum og einum uttanlands.

Hevur tú spurningar, ber til at ringja á 567803 ella senda ein teldupost til annika@gransking.fo

Tak umsóknarblað niður her: http://www.gransking.fo/media/2731/ums%C3%B3knarbla%C3%B0-vinnu-ph-d-2017-fyrra-umfar.docx