Søguligur handil letur aftur

Gamlar Perlur Tað var ein tung avgerð at taka, at gevast við handlinum, sigur Jacoba Poulsen, sum er væl skiljandi, hugsa vit um søgulig atlit og upprunan til Heiðabúðina.

Oyggjatíðindi 3. Desember 2003

Jacoba Poulsen, fødd Olsen, er fimta ættarlið, sum rekur handilin, ið tók sína byrjan við fyrsta niðursetumanninum í Saltangará, oldurabbanum, Niels í Heiðinum, sum kom av Glyvrum í 1846, tá hann, stutt eftir at einahandilin varð avtikin, fekk sær handilsloyvi í 1863.

Jacoba tók við eftir pápan, Jóhan Petur Olsen, vanliga nevndur Piddi, sum tók við handlinum eftir pápa sínum í 1966, Olivari Olsen, sum giftist Kathrinu, dóttir Per Nielsen, sum tók við handlinum aftaná Niels í Heiðinum.

Í januar mánaða 2004, vildi 140 ár verið síðani handilin fyrstuferð lat upp. Men hendan aldurin nær Heygabúðin ikki, tí Jacoba hevur tikið ta tungu avgerðina, at lata handilin aftur, og dylur ikki fyri, at harða kappingin við teir stóru handlarnar er orsøkin. Eingin yvirlivir leingi við at seta pening til fyri at hava opið.

Fyrsti niðursetumaðurin Tað var abbi Jacobu, Olivar, sum bygdi núverandi handil og flutti úr gomlu handilshúsinum, sum í dag standa, sum virðiligt minni um fyrsta niðursetumannin í Saltangará, Niels í Heiðunum, sum í nøkur ár arbeiddi við ætlanini at flyta út í Heiðar, men at bøndurnir ikki vóru so glaðir fyri hetta í fyrstu syftu, vísir eitt skriv til amtmann Pløjen frá Niels Joensen, skrivað 23. apríl 1843.

Niels Joensen endar umsókn sína til Pløjen við at siga:

Slutteligen skal jeg ikke undlade at bemærke, at jeg er 36 Aar gammel og har i flere Aar arbejdet som Smed og Tømmermand.

Ytri-Niels var við at byggja Kaldbaks kirkju í 1835 og Nes kirkju í 1843. Gerðið fekk hann og var tað, sum hann sjálvur skrivaði: Ved det sydlige Markeskjel, som skiller hans hauge Bóndans) fra Toftemænds. Í 1868 verður tað nevnt »Syðra Heiðagerði«, bebos som udflytterbygd under navnet Saltangeraa (Heiðarnar).«

Niels, ið sum kunnugt eisini varð róptur Ytri Niels, byrjaði at leggja trøðna inn á vári í 1846. Ytri-Niels giftist við Onnu Katrinu Malenu Pedersdatter av Selatrað.

Handilsloyvi í 1863 Hin 22. januar 1863 fekk Niels handilsloyvi og fór at handla í Heiðunum,eisini hevði hann bakarí, sum var púrasta óvanligt tá í tíðini. Myllu og sodnhús hevði Niels eisini og var kirkjuverji og skjútsskaffari.

Í 1838 var hann í Hetlandi, har segðist hann at fáa hugskot til fyrstu søkkinótina í oynni, hon var úr ull.

Á Primus-auktiónini í Árnafirði, hin 22./24. juni 1876 keypti Heiða-Jógvan fyri pápa sín fyri kr. 342,10 kontant, tilfar frá strandaðum skipi. Úr hesum tilfari bygdi Ytsti-Niels bæði handil og neyst.

Hildu ikki Niels hava fult skil Í bókini »Góður er gamalur í ráðum«, har Hans Petur Hansen í Heimustovu á Glyvrum hevur frásagnir, greiðir hann frá um Ytra-Niels, sum gevur okkum fatan av, at Niels kortini ikki sendi sonin til Árnafjarðar, men bjóðaði sjálvur uppá tilfari til neyst og handil:

....Niels bjóðaði og bjóðaði og keypti tað, sum hann ætlaði sær. Norðoyingar stóðu bara og stardu at honum, kanska hildu teir, at hann hevði ikki sítt fulla skil, drúgvast hugsaðu teir um, hvussu hesin maður skuldi fáa allan viðin við sær út á Skálafjørðin. Men Niels hevði ikki mist vit og skil.

Tá ið hann hevði keypt tað, sum hann ætlaði sær, fekk hann bátsmanningarnar at hjálpa sær at binda viðin saman. Hetta varð so gjørt, og umframt at fylla bátarnar gjørdu teir tríggjar flakar, sum teir høvdu segl á.

Visti hvat hann gjørdi Soleiðis sigldu teir allan henda viðin út á Skálafjørðin við einum lagaligum høgættarloti suður á Eystnes. Tá stilti hann høgættargulið av, og ættin vendi, og kom hann tá inn úr havinum við einum loti av landsynningi, og soleiðis sigldu teir inn á fjørðin.

Hans Petur Hansen sigur um Ytra-Niels, at hann var á mangan hátt sjáldsamur maður. Hann bygdi sær myllu við vatnkraft og mól korn fyri fólk, tí tað varð nógv korn velt her á leið. Hann var fyrsti maður her, sum skeyt grót sundur við krúti. Menn hoyrdu hann rópa »varskó«, og so var eitt øgiligt buldur, og so smildraðist grótið.....

Bygdi og lænti bátar út til útróður Ytri Niels var eisini bátasmiður, og hann hevði eisini jarnsmiðu, har hann m.a. gjørdi seym. Sonurin, Per hevði eitt tíggjumannafar og tvey áttamannafør, sum faðirin hevði smíðað og nýtt, til hann legði frá sær.

At Niels hevði so nógvar bátar, var ein náttúrlig frágreiðing uppá. Bátarnir vórðu ofta æntir til útróður, eisini á Norðhavinum í várfiskatíðini, og vóru teir ofta burtur bæði eina og tvær vikur ísenn, teir avreiddu fiskin í ymsum bygdum. Eisini vórðu bátarnir læntir til ymiskt annað, serliga varð tíggjumannafarið lænt at fara við til Havnar eftir læknanum, tí um illveður var, var eingin so góður bátur har um leiðir.

Tung avgerð Við hesi søguligu bakgrund, var tað náttúrliga ein tung avgerð, at gevast við handlinum,men at avgerðin var røtt er onki at ivast í.

Søguligi gamli handilin og líka so søguliga neystið, eru umvæld og standa sum minniligir varðar um byrjanina hjá fyrsta niðursetumannin í Saltangará.

Tað er við sorgblýdni, at Jacoba Poulsen, fortelur um avgerð sína at gevast við søguliga handlinum.

Gekk tíðliga pápanum til handa
Sjálv hevur hon frá barnaárunum gingið í handlinum, sum hon tók yvir frá pápanum í oktober 1996, ið hon bara hevur verið burturi frá í styttri tíðarskeiði.

Hon byrjaði at ganga í handlinum, sum heilt ung, og gekk pápanum, Pidda, til handa, sum altíð lat handilin upp kl.07.30 um morgunin, so fólk ávegis til arbeiðis, kundu keypa okkurt hissini.

Hetta helt pápin ógvuliga fast uppá, men bæði fyri hana og fyri pápan hava dagarnir verið so sera langir og strævnir.

Yvirtók handilin í 1996
Árið eftir at Jacoba yvirtók handilin í 1996, gjørdist pápin illa sjúkur.
 
Hann fekk apoleksi, sum gjørdi hann lamnan í høgru síðu. Hann situr í dag púra óhjálpin í rullustóli, men fylgir væl við gongdini kortini.

Piddi bar, saman við dóttrini, handilin gjøgnum kreppuárini fyrst í nítiárunum, tá so nógv onnur ikki megnaðu at hóra undan.

Hørð kapping og lítil vinningur Jacoba greiðir okkum frá kappingini millum handlarnar og sigur, at kappingin gjørdist heilt hørð við teimum stóru handlunum, sum gingu uttanum heilsølurnar og keyptu stórt inn og settu inn uppá tilboðsvørur, sum smærru handlarnir ikki høvdu ein livandi kjans at kappast ímóti.

Men tað vóru ikki bara handlarnir, sum komu í trupulleikar.

- Heilsølurnar fingu skjótt hesa kapping at føla, sigur Jacoba og hyggur omaná bryggjuna, har bygningurin hjá Eysturoyar Heilsølu liggur, sum ein varði um farna tíð. Har fyrr var nógv fólk og stórur aktivitetur, liggur nú gapandi kvirran.

Tá Eysturoyar Heilsøla boygnaði undir trýstinum og gavst, var betur pláss fyri stóru heilsøluni úr Havn, Poul Hansen.

Hendan heilsølan tók stig til Samkeyp, sum tók kappingina upp við stóru handlarnar, so samtakið av handlum kundi keypa stórt inn og koma útaftur við tilboðum, men hetta vóru og eru tilboð, sum limirnir í Samkeyp ikki forvinna nakað uppá. Heldur er talan um at seta pening til, og tað gongur ikki í longdini.

Heilsølan setir prísin og handlarnir missa
Tað er heilsølan, ið setir prísin, sum handlarnir mugu ganga undir, ið ikki tryggjar onnur enn heilsøluna sjálva.

Eitt dømi úr rúgvuni er, at meðan kappingarneytarnir kundu selja ein pakka av Gevalia-kaffe fyri kr. 14,00, so kostaði sami pakki kr. 21,00 við mvg hjá Samkeyphandlunum.

Hesar umstøður klára handlarnir ikki í longdini at liva undir og heldur ikki heilsølan sjálv.

Jacoba sigur, at kundarnir eru sera prísbevístir og gera mangan kvetti við at ganga eftir tilboðsbløðunum, sum floyma inn í hvørt hús í landinum, men fyri tey prísbevístu er galdandi, at tey fara ikki eftir øðrum vørum, sum handlarnir skulu liva av at selja. Hetta hevur verið ein skeiv gongd, tí handlarnir seta bara pening til tá talan er um vørur uppá tilboð.

Hóast Jacoba ikki fær seg til at siga tað, so er tendensurin tann, at fleiri og fleiri handlar lata aftur, antin sum Heyga-búðin, av egnum vilja, ella eisini tí teir verða tvingaðir at snara lykilin. Hetta ger, at teir stóru handlarnir at enda eru einsamallir eftir og at longri verður millum tilboðini og at vørurnar generelt verða nógv dýrari.

Fastan og trúgvan skara av kundum - Men fyri kundan telur tað so sjálvsagt at keypa har vøran er bíligast. Tað skilji eg so sera væl, sigur Jacoba Poulsen, sum sjálv hevur havt ein fastan og trúgvan kundaskara, hon hevur verið sera fegin um.

Spurd um konufólk ikki dáma væl at handla, sigur Jacoba, at tað er hennara fatan, at fleiri kvinnur gera sær stóran ómak, tá tær fara til handils, meðan mannfólkini kanska ikki ganga so høgt uppí at fara til handils.

- Men fleiri kvinnur eru, sum hava ein strævnan dag, bæði heima og úti. Hjá teimum skal tað ganga skjótt fyri seg, sigur Jacoba.

Meðan vit soleiðis sita og práta, kemur kona innar, sum hevur havt sína gongd í handlinum, sum krambakvinna, tá kanel, mjøl, sukur og annað, skuldi vigast á gomlu vektini við loddum.

Hon heldur fyri, at tá høvdu handilsfólkini betur samband við bæði vørur og viðskiftafólk. Í dag eru ikki nógvar stundir til prát. Nú er ferð á fólki, effektiviteturin við strikukotum og øðrum hentleikum ger, at tað er skjótt at fara til handils.

Altíð stundir til eitt prát
Men millum tey, sum altíð hava stundir til eitt prát, er Ása Sevdal, sum við foreldrunum flutti til Saltangará í 1959, og hevur øll árini og 11 børn aftaná, givið sær stundir at koma inn í Heygabúðini, um ikki at keypa, so bara at fáa sær eitt hugnaligt prát við Jacobu.

Ása Sevdal, sum er bussførari hjá Bygdaleiðum, er ógvuliga hørm um at Heygabúðin nú letur aftur, men skilur støðuna. Komandi leygardag verður seinasti dagurin, Heygabúðin hevur opið.

Tað, sum tá verður eftir av vørum, kann roknast við, verður selt sera bíliga. Jacoba veit ikki rættiliga hvat hon sjálv fer at takast við, men ivast ikki í at hon nokk skal fáa tíðina at ganga.

- Handilshølini verða helst leigaði út. Fleiri fyrispurningar hava verið, sigur Jacoba, sum tó ikki avvísir, at onkur í familjuni aftur fer at handla, og sigur, at dóttirin, sum er yngst, hevur eisini fleiri ferðir verið við mammuni í handlinum, sum hon hevur víst stóran áhuga fyri, men hvat tað blívir til, veit hon so ikki at siga í dag.

Fyribils eru børnini glað um, at fáa mammuna heim allan dagin.