So verður innskriving til fyrsta flokk, forskúla í Sankta Frants og frítíðarskúlarnar

Tann 24. og 25. január verður innskriving í Tórshavnar kommunu av børnum, sum skulu í fyrsta flokk, forskúla í Sankta Frans og frítíðarskúla eftir summarfrítíðina í ár. Niðanfyri er eitt yvirlit yvir, hvar og nær innskrivingarnar fara fram.


Børn, sum skulu í 1. flokk í:


Skúlan á Argjahamri


Venjingarskúlan


Tórshavnar Kommunuskúla


Sankta Frans skúla


Eysturskúlan


Hoyvíkar skúla


Skúlan við Løgmannabreyt


næsta skúlaár, verða innskrivað í býráðssalinim týsdagin 24. og mikudagin 25. januar frá kl. 15 til 18.


Børn, sum skulu í forskúla í Sankta Frans skúla verða eisini skrivað inn í býráðssalinum.


Børn, sum skulu í 1. flokk í


Kollafjarðar skúla


Kaldbaks skúla


Velbastaðar skúla


Nólsoyar skúla


verða innskrivað í skúlunum týsdagin 24. januar ella mikudagin 25. januar.


Kollafjarðar skúli


Innskrivingin í Kollafjarðar skúla verður í skúlanum mikudagin 25. januar kl. 15.


Kaldbaks skúli


Innskrivingin í Kaldbaks skúla verður í skúlanum týsdagin 24. januar, kl. 11.30-12.30 ella á telefon 302520/225398.


Velbastaðar skúli


Innskrivingin í Velbastaðar skúla verður í skúlanum týsdagin 24. januar, kl. 15-17 ella á telefon 302505/228607.


Nólsoyar skúli


Innskrivingin í Nólsoyar skúla verður í skúlanum týsdagin 24. januar, kl. 17.30-18.30 ella á telefon 302465/217001.