So skjótt kunnu manningarnar sita við Svarta Per

Manningarnar á fiskiskipum kunnu skjótt koma illa fyri nú
fiskirættindi ikki longur eru knýtt at skipum men heldur ‘rættindahavarum’ —
fyritøkum á landi, ið ikki neyðturviliga eiga ella reka skip — meðan
sáttmálarnir eru við reiðararnar. 



Fyri manningarnar á fiskiskipum mundi tað ljóða mikið gott
at tann nýggja lógin um ‘fyrisiting av sjófeingi’ sigur beinleiðis í paragraf
51, stk. 2, sum treyt fyri at veiðirættindi skulu kunna útskrivast: at lønir
mugu vera “samsvarandi sáttmálum við føroysk manningarfeløg”. Tó eru fleiri
trupulleikar komnir undan kavi í seinastuni, og vaksandi ógreiði er av álvara
við at ørkymla manningar og avvarðandi feløg. 



Hóast eina so greitt nevnda treyt í lógartekstinum, verður
samstundis sagt aðrastaðni, nevniliga í paragraf 63, at eftirlitsmyndugleikin á
sjónum, Vørn, hevur “ikki eftirlit við reglunum ásettar í grein 51 um at
skipari og manning á fiskiførum undir føroyskum flaggi, umframt á móttøkuskipum
undir føroyskum flaggi, skulu lønast sambært sáttmála sum er gjørdur við føroysk
manningarfeløg.” 



So tá ið Føroya Fiskimannafelag fær greiði á, aftan á
uppgerðir og avreiðingarseðlar og hvørt av sínum, at tær pent orðaðu treytirnar
fyri at fáa veiðirættindi í fleiri førum ikki hava verið hildnar, vendir
felagið sær til Fiskimálaráðið, ið hevur umsitingina av lógini um hendi. Men
har kennir felagið seg mestsum hildið fyri gjøldur: einasta svar frá
Fiskimálaráðnum er at tey vísa til Vørn, ið ikki hevur viðmerkingar — og hví
skal Vørn kunna hava nakra viðmerking, tá lógin beinleiðis ásetir at júst Vørn
skal ikki hava eftirlit við sáttmála viðurskiftunum?



Les meira: https://www.fiskivinnan.com/2018/11/so-skjott-kunnu-manningarnar-sita-vi.html#more