Oddagreinin í Oyggjatíðindum 28.oktober 2011: Í morgin verður lagnudagurin hjá nógvum valevnum, sum seinastu tíðina hava roynt at sannføra veljarafjøldina um hví júst tey skulu veljast.
Trupulleikin við hesum valstríðnum er, at tað hevur eydnast reklamu- og samskiftisfyritøkum at drena nógvar pengar burturúr valevnum og flokkum, men samstundis er valstríðið blivið so smalt og trongt, at boðskapurin als ikki er komin út, og í flestu førum hvørki sæddur ella hoyrdur.
Hetta er helst eisini tað besta. Tað er heilt tíðuligt, at samskiftisfyritøkurnar hava lokkað valevnini at gingið eftir atkvøðuneytum í almennu umsitingini, soleiðis at flokkarnir ikki hava koyrt uppá kjarnuvirðini.
Paradoksið er, at flokkar og valevnir hava appelerað til krakkaveldið, og rópt upp í ættina, at gongd má aftur koma á samfelagshjólini.Tá hetta er boðskapurin so er krakkaveldið ikki rætta málgrubban, men arbeiðarafjøldin, sum hinvegin heilt er skrivað út úr valstríðnum.
Tað mest óvanliga við hesum valstríðnum er, at rættiliga nógv slipsafólk eru stillaði upp, men eisini journalistar. Onkur tosar um brodd og dirvi, sum tó mest var kendur fyri at fara eftir hæli, tá Atli P. Dam í áttatiárunum, skuldi húðflettast fyri at hava brotið lógina um prioritetslán við at sprongja loftið uppá 50 milliónir fleiri ferðir.
Vit hava fyrr lýst, at Sjálvstýrið, Tjóðveldi og Javnaðarflokkurin, allir hava avskrivað arbeiðarafjøldina og hava fingið sær eitt nýtt barn at elska - nevniliga akademikaran.Heilt fitt av krakkafólki hava tí valt at stillað upp á løgtingsvalinum, tí tey trúgva, at villeiðingin hjá flokkunum fer at gera mun, og bera tey inn í løgtingið, nú minni er at fáa úr almennu kassunum. Nú bskal SOS-ialhjálpin tryggjast.
Vit skulu ikki á nakran hátt forkleina væl útbúgvin fólk, og akademikarar. Tey hava vit sanniliga brúk fyri, men vit vilja hava loyvi til at minna á, at fleiri av hesum fólkum gingu undir navninum taskudreingir í áttatiárunum, sum høvdu til uppgávu at ganga korrumperaðum banka- og vinnulívsfólki til handa. Teir koyrdu samfelagið lúkst á heysin. Teir gomlu fóru síðani nakað í bakgrundina, men taksudreingirnir tóku yvir, og hava átt valdið í samfelagnum líka síðani. Teir koyrdu samfelagið aftur á heysin í nítiárunum, og so kom partabræva-ævintýrið.
Og teir vóru stil-going strong, nú samfelagið aftur var koyrt á reyvuna, og Eik Bankin koppaði, saman við fleiri øðrum fyritøkum. Men nú kassarnir eru tómir, og at øll enn hava stórt álit á krakkaveldinum, so vilja tey í løgtingið til bæði makt og pengar.
Gott val.