Perlur: Tað hevur tikið langa tíð, at fáa Runavíkar kommunu, at vátta tølini fyri um- og uppíbyggingina av Oyndafjarðar skúla. Sum vit fyrr hava upplýst og váttað, rak kommunan Jógvan Joensen, byggimeistara á húsagang, tá kommunan tvingaði hann at góðtaka broytingar í sáttmálanum, hóast sáttmálin var góðtikin men ikki undirskrivaður. Hetta hendi langt aftaná, at byggimeistarin var farin í holt við arbeiði uppá skúlan. Í dag kunnu vit avdúka prísin. Vit kunnu eisini avdúka, at prosjekt og eftirlit kostaði slaka millión kr., hóast tað var júst prosjektering og eftirlit, sum onki skil var í, og var beinleiðis orsøk til meirkostnaðin. Oyggjatíðindi 1. november 2006:
Í blaðnum 13. september stóð, at Oyndarfjarðar skúli skuldi kosta 4,8 milliónir, men Jógvan Joensen, sum fór á heysin við felagnum, ið bygdi skúlan, sigur í blaðnum 20. september, at hansara tilboð var uppá 4,2 milliónir, men fýra til fimm mánaðir inn í byggingina, noktaði Runavíkar kommuna við Rodmundi Nielsen, á odda, at skriva undir endaliga sáttmálan uttan so, at Jógvan Joensen, góðtók umfatandi broytingar, sum vóru so ógvusligar, at byggimeistarin fór á heysin.
Jógvan Joensen, segði, at hann ongantíð skuldi verið gingin við til umfatandi broytingarnar, men átti heldur at lagt arbeiði niður:
- Eg var alt ov naivur, segði Jógvan Joensen. Í dag er skúlin kropin úr 4,2 milliónum upp í 9 milliónir kr., sum fleiri taksera til reinan og skaran kleyvarskap í Runavíkar kommunu.
Jógvan Joensen, váttaði t.d., at samlibrunnur varð teknaður inni í sjálvum skúlanum, sum sjálvandi ongastaðnar hoyrir heima.
Tað er týðiligt, at galið hevur verið við arkitektonisku evnunum, og evnunum at prosjektera skúlan, sum so afturfyri flýtur fíggjarliga.
Jógvan Joensen, segði 20. september, at hann longu var byrjaður av nýggjum, og hevði nokk at gera, men hann verður ikki so góður av sær í framtíðini.
- Hóast Hans Jákup Lamhauge hevur verið býráðslimur í 30 ár, hevur hann t.d. ikki minstu hóping av hvar skúlin í Oyndafirði flýtur, stóð í blaðnum 20. september.
Síðani hevur blaðið áhaldandi roynt at fingið røttu tølini á borðið um skúlan í Oyndafirði.
Nú um dagarnar fingu vit so tølini frá borgarstjóranum við ongari viðmerking ella øðrum skjalprógvum um, at hetta eru tey røttu tølini.
Sambært skjalinum er samlaði prísurin fyri útog umbyggingingina av Oyndarfjarðar skúla góðar 7,1 millión kr.
Í tølunum hevur kommunan skilliga krógvað munin í tilboðnum, Jógvan Joensen, gav og tað, sum hann við revolvara í nakkanum varð tvingaður at góðtaka av kommununi, sum sendi hann lúkst á heysin.
Her kravdi kommunan nevniliga, at Jógvan Joensen skuldi arbeiða fyri munandi meira enn tilboð hansara umfataði frá byrjan av.
Hann segði seg vera alt ov naivan, tí hann tók sum givið, at kommunan, tá avtornaði, vildi gjalda honum meirkostnaðin. Men tað vildi kommunan ikki, og lat byggi-meistaran glíða á húsa-gang uttan at rætta hond frá síðu.
Skjalið niðanfyri, fjalir týðiliga júst hendan samanhangin, og vit skilja væl, at borgarstjórin hevur eitt forkláringsproblem.