Smyril Line veksur um flotan
Smyril Line hevur keypt eitt RoRo farmaskip, frá finska reiðarínum Bore, sum er partur av Spliethoff Group. Skipið verður navngivið M/V Mykines.
Tíðindaskriv 20. desember 2016
M/V Mykines, fyrrverandi Auto Baltic var bygt í 1996, á UMOE Sterkoder skipasmiðjuni í Norra. Skipið er 138,5 metrar langt og 22,6 metrar breitt. Smyril Line yvirtekur skipið áleið tann 1. apríl 2017. Tá ið Mykines legst avtrat, verða fýra skip í flotanum hjá Smyril Line. Hesi eru, umframt Mykines; Norrøna, Eystnes, og Hvítanes.
Virkisætlanin
Ætlanin hjá Smyril Line, er at stovna eina nýggja farmaleið millum Thorlakshøfn, ið liggur á vestursíðuni í Íslandi, áleið 35 min. úr Reykjavík, Rotterdam í Hollandi og Føroyar.
Hendan farleiðin hevur við sær, at føroyskir innflytarar fáa eina nýggja miðvikukomu beinleiðis úr Rotterdam. Harumframt fáa føroyskar útflutningsfyritøkur ein nýggjan møguleika at flyta góðs beinleiðis niður til Rotterdam, ið hevur hópin av atkomu møguleikum til marknaðir nær og fjar.
Nýggja farleiðin millum Rotterdam, Tórshavn og Thorlakshøfn gevur íslendskum inn- og útflytarum sera góðar transittíðir, samstundis sum íslendingar eisini fáa eina RoRo loysn til og frá Reykjavíkar økinum.
M/V Mykines styrkir um kappingarførið
Víðkaða rutunetið gevur eisini aðrar nýggjar møguleikar. Eitt nú fáa vit knýtt Russland, Baltikum og Danmark at Reykjavíkar økinum, samstundis sum Eysturísland og Føroyar verða knýtt at Hollandi og Mið Evropa, hettar letur seg gera við at umlasta góðs í Føroyum.
Ætlanin er at nýggja farmaskipið skal sigla soleiðis at tað verður í Thorlakshøfn fríggjadag, í Rotterdam mánadag og í Tórshavn mikudag.
Við nýggja farmaskipinum styrkir Smyril Line munandi um støðuna, sum einasti RoRo flutningsveitari í Norðuratlants Havinum. Smyril Line hevur nú umstøður at veita kundum enn betri tænastur og fleiri møguleikar við fleksiblum og effektivtivum flutningstilboðum.
Við nýggju flutningsleiðunum, ynskir Smyril Line at styrkja um kappingarføri hjá Cargo kundunum, soleiðis at hesir, nú hava møguleika, at bjóða egnum kundum eina enn betri tænastu við fleiri møguleikum, góðum transit tíðum og øktum fleksibiliteti.
Nýggja farmaskipið siglir í løtuni undir finskum flaggi við finskari manning, manningin telur íalt 24 mans. Smyril Line fer at skráseta skipið í føroysku altjóða skipaskránni FAS- og mannað skipið við føroyingum.