Smyril Line økti aftur sítt virksemi í 2017

Úrslitið fyri 2017 vísti eitt yvirskot á 46 mió. kr. Nevnd og stjóri eru nøgd við úrslitið, hóast tað er nakað lakari enn árið fyri.

Rúni Vang Poulsen, stjóri:

Oljuprísurin í 2017 var 40% hægri enn undanfarna ár, og hevur hetta lagt trýst á raksturin í 2017. 

Sølan umborð á Norrönu var umleið hin sama sum undanfarna ár. Framgongdin hjá Smyril Line á útlendsku marknaðunum helt fram í 2017, eins og árini frammanundan.

Vit keyptu farmaskipið Mykines, sum byrjaði siglingina 1. apríl 2017. Hetta varð gjørt fyri at nøkta eftirspurningin frá farmakundum við einum meira fullfíggjaðum rutuneti. Mykines røkir leiðina millum Thorlakshøfn, Rotterdam og Tórshavn. Ætlanin við íløguni í Mykines og nýggju leiðini er eisini at økja um farmavirksemi okkara uttan fyri Føroyar, so vit í framtíðini verða minni tengd at einum einstakum marknaði. Umframt Norrönu hava vit sostatt trý farmaskip í flotanum, nevniliga Eystnes, Hvítanes og Mykines.

Umframt at vit hava økt um flotan, hevur góða búskaparliga gongdin í Føroyum havt við sær, at farmavirksemið er vaksið munandi. Hetta hevur sett stór krøv til okkum, men enn sum áður er aðalmálið at seta kundans tørv í fokus. Megna vit hetta, síggja vit eisini góðar vakstrarmøguleikar á hesum virkisøkinum.

Tilsamans starvast nú umleið 330 fólk í Smyril Line samtakinum, har av er nógv tann størsti parturin eru føroyingar.