SMS Trotið á starvsfólki darvar menningini í handilsvinnuni

Stóra trýstið á føroyska arbeiðsmarknaðin hevur ment seg yvir fleiri ár og kann fáa óhepnar langtíðaravleiðingar fyri føroyska samfelagið, heldur Niels Mortensen, stjóri í SMS

Samtakið SMS í Havn umboðar eitt breitt og stórt úrval av handlum og matstøðum á føroyska marknaðinum. Starvsfólkini fevna líka frá skúlaungdómi, sum arbeiðir eftir skúlatíð, til handilsfólk og handverkarar av ymsum slag, t.d. bakarar, kokkar og slaktarar. 

Avbjóðingin at útvega starvsfólk røkkur nógv ár aftur í tíðina

- Stóra avbjóðingin at útvega starvsfólk er ikki komin yvir nátt. Byrjanin til stóra vøksturin í eftirspurninginum eftir starvsfólki sást longu fyri fíggjarkreppuna í 2008, men eftirspurningurin hevur rættiliga tikið dik á seg og er vorðin nógv meira umfatandi hesi seinastu árini. Nú merkist avbjóðingin at útvega starvsfólk allastaðni, eisini í londunum uttan um okkum, sum spyrja eftir somu starvsfólkum sum vit, sigur Niels Mortensen. 

Starvsfólkatrotið merkir gerandisdagin í SMS

- Í SMS-samtakinum forðar starvsfólkatrotið okkum í at veita kundum okkara tað tænastustøðið, sum vit kundu hugsað okkum. Vit hava nógv dugnalig og trúgv starvsfólk, sum gera alt tað tey megna fyri at tæna kundum okkara, men vit hava brúk fyri fleiri fólkum, um vit skulu røkka teimum málum, vit seta okkum. Vit brúka ov nógva tíð til at fáa gerandisdagin at hanga saman, við ov fáum fólkum. Hetta er tíð, sum átti at verið brúkt til at menna handils- og tænastuvirksemið. Sum støðan er í løtuni, megna vit t.d. ikki at hava øll matstøðini opin fulla tíð, sigur Niels Mortensen. 

Stúrir fyri langtíðaravleiðingunum

Niels Mortensen er meira stúrin fyri langtíðaravleiðingunum, fyri føroyska samfelagsbúskapin, av stóra trýstinum á arbeiðsmarknaðin í løtuni. Um trotið á starvsfólki elvir til kappbjóðing millum føroyskar arbeiðsgevarar eftir starvsfólki, so fer kostnaðarstøðið upp og tað verður dýrari at liva í Føroyum. Samstundis gerst føroyskur útflutningur minni kappingarførur á altjóða marknaðunum, tí føroysk framleiðsla verður dýrari. 

Tað má altíð geva fyrimunir at taka eina hond í á arbeiðsmarknaðinum

- Stóra trýstið á arbeiðsmarknaðin hevur ment seg yvir fleiri ár, og tí skulu helst fleiri bygnaðarligar tillagingar til, frá politiskari síðu, fyri at loysa avbjóðingarnar á arbeiðsmarknaðinum, soleiðis at útboð og eftirspurningur eftir arbeiðsmegi koma at passa betur saman. Í løtuni er tað ein mótsøgn, at tøk arbeiðsmegi er í ALS-skipanini, samstundis sum arbeiðsmarknaðurin skríggjar eftir arbeiðsmegi. Almennu skipanirnar eiga eisini at stimbra og geva skúlaungdómi og lesandi fyrimunir við at arbeiða við síðuna av lesnaðinum, heldur Niels Mortensen. 

Víðkað atgongd til arbeiðsmegi lættir trýstið

- Uttan at taka støðu til aðrar avbjóðingar, so hevði tað lætt trýstið á føroyska arbeiðsmarknaðin, at víðkað atgongdina hjá føroyskum arbeiðsgevarum, at útvega starvsfólk úr londum uttan fyri ES. Vit mugu skilja ímillum útlendska arbeiðsmegi og tilflyting annars. Føroyingar hava sjálvir altíð arbeitt nógv uttanlands, so at flyta arbeiðsmegi millum lond, eigur ikki at vera ókent fyri okkum, sigur Niels Mortensen at enda.