SMS nú burturav á føroyskum hondum

Íslendska felagið EB1 hevur júst selt sín helming í SMS-samtakinum. Hetta merkir, at tað nú bert eru føroyingar, ið eiga stóru handilsfyritøkuna. Niels Mortensen eigur framvegis 50 prosent av samtakinum, meðan teir nýggju partaeigararnir eru Gullak Madsen, sum hevur keypt 37 prosent av íslendska partinum, og P/F N. J. Mortensen á Tvøroyri, ið hevur keypt 13 prosent.


Tíðindaskriv:


Eigarskifti er í dag farið fram í P/F SMS. Íslendsku eigararnir, sum í 1998 keyptu 50 prosent av partapeninginum í SMS, tá SMS keypti Bónus, hava nú valt at selja sín helming av partapeninginum.


Tað eru føroyski reiðarin í Hirtshals, Gullak Madsen, og handilsfyritøkan á Tvøroyri, P/F N. J. Mortensen, ið hava keypt íslendska partin. Gullak Madsen eigur nú 37 prosent av P/F SMS, meðan síðstnevndi hevur keypt restina, 13 prosent.


- Sjálvt um vit hava havt gott samstarv við íslendingar, fegnist eg um, at tað er eydnast okkum at fáa tveir sterker, føroyskar viðspælarar í fyritøku okkara, sigur Niels Mortensen, stjóri og høvuðseigari í P/F SMS.


Nýggja nevndin í P/F SMS er hendan: Christian Andreasen, Gullak Madsen, Gudmund Mortensen, Annfinn V. Hansen og Mogens Nielsen.


Broytingarnar í eigaraviðurskiftunum í P/F SMS fara ikki at ávirka virksemið í fyritøkuni.