SMS hevur brotið góðan marknaðarføringssið

Tíðindaskriv frá Brúkaraumboðsmanninum: Í sambandi við viðgerð av kæruni sent Brúkaraumboðnum 11. oktober 2011 av Bláa Krossi viðvíkjandi tiltakinum ”Móti & Vælvera ’11” í SMS tann 3. – 8. oktober 2011.


Brúkaraumboðið umsitur sambært § 21, stk. 1 í marknaðarføringslógini lógina og hevur í tí sambandi eftirlit við, at lógin og reglur við heimild í lógini verða hildnar. Brúkaraumboðið hevur tískil einans heimild til at viðgera kæruna eftir reglunum í marknaðarføringslógini og ikki eftir reglunum í rúsdrekkalógini. Í sambandi við ásetingina av mørkunum fyri góðan marknaðarføringssið smb. § 1 hava aðrar brúkaraverndarlógir tó týdning.


Brúkaraumboðið hevur í tí sambandi staðfest, at § 1 í rúsdrekkalógini er soljóðandi: ”Endamálið við hesi lóg miðar ímóti at avmarka rúsdrekkanýtsluna og minka sum mest um skaðan, sum rúsdrekkanýtslan hevur við sær fyri einstaklingin og samfelagið, og til tess at røkka hesum endamáli at áseta reglur í sambandi við rúsdrekka í Føroyum.”


Í § 17 í rúsdrekkalógini verður fylgjandi nevnt:


”Tað er forboðið, at selja ella flýggja út rúsdrekka til persónar, sum ikki eru fyltir 18 ár, ella at flýggja út rúsdrekka, um tað er sannlíkt, at rúsdrekkað er tilætlað øðrum, sum ikki lúka treytirnar fyri at fáa rúsdrekka.


Stk. 2. Tann, sum selir, flýggjar út, skeinkir ella letur skeinkja rúsdrekka, hevur skyldu til at um neyðugt tryggja sær við framvísan av samleikaprógvi, at móttakarin lýkur aldurstreytina.


Stk. 3. Á støðum við útskeinkingarloyvi hevur loyvishavarin skyldu til við uppslagi á sjónligum staði at gera vart við, at tað er forboðið at skeinkja rúsdrekka fyri persónum, sum ikki hava fylt 18 ár.”


Kærari viðmerkir, at tiltakið er marknaðarført undir millum annað heitið “Vælvera” samstundis sum smakkiroyndir við alkoholi vera bjóðað frá Føroya Bjór. Brúkaraumboðið metir tó ikki út frá samlaðu skránni fyri tiltakið i døgunum 3. – 8. oktober 2011, at SMS við hesum hevur sett til viks reglurnar í marknaðarføringslógini.


Viðvíkjandi útflýgging av “goodibags” innihaldandi alkohol til ung undir 18 ár sigur SMS í sínum hoyringssvarið frá, at tiltakið ikki var ætlað ung undir 18 ár. Tá víst verður til skránna fyri hósdagin 6. oktober 2011 er Brúkaraumboðið tó av tí fatan, at SMS sum fyriskipari átti at vera fyrireika uppá, at eisini ung undir 18 ár vildu hava áhuga fyri tiltakinum. SMS sigur í sínum hoyringssvarið eisini frá, at tá ið fólk byrjaðu at koma í SMS hetta kvøldið varð sannað, at tað vóru nógv ung, og tá varð avgjørt at seta fólk at taka fløskurnar úr posunum aftur, áðrenn hesar blivu handaðar til ung undir 18 ár. Grundað á stóra eftirspurningin eftir posunum eydnaðist hetta tó ikki heilt.


Brúkaraumboðið heldur, at SMS sum fyriskipari av tiltakinum sambært § 17 í rúsdrekkalógini, ið bannar útflýgging av alkoholi til ung undir 18 ár, hevur ábyrgdina av at laga seg eftir, at hetta sama forboðið verður yvirhildið.


Brúkaraumboðið metir sostatt, at SMS ikki hevur havt nøktandi skipan at fyribyrgja, at posar við alkoholinnihaldi vera útflýggjaðir til ung undir 18 ár. Við tað at tað er staðfest at ein verulig útflýgging fór fram til ung undir 18 ár fór fram, hevur SMS set til viks greinina um góðan marknaðarføringssið smb. MFL § 1, sum er soljóðandi: ”Tey, ið smbrt. § 2 eru umfatað av hesi lóg, skulu sýna góðan marknaðarføringssið við atliti til brúkaran, vinnurekandi og almenn samfelagsáhugamál”.


 SMS harmast um tilburðagongdina og hevur tikið hesa niðurstøða til eftirtektar.