SMS broytir kundakort

Týsdagin kom SMS við sokallaða HITTkortinum, sum kann nýtast í Miklagarði, Mylnuni og Brotinum. Tíverri er onkur av treytunum í kortinum í stríð við marknaðarføringslógina, sum Brúkararumboðið hevur víst okkum á. Hetta ber í sær, at SMS hevur gjørt smávegis broytingar í korttreytunum. Broytingarnar koma tó ikki nevnibert at ávirka møguleikarnar og fyrimunirnar við at nýta kortið.


Í sambandi við 35 ára føðingardagin hjá P/F SMS í ár hevur handilsfyritøkan bjóðað øllum kundum í Miklagarði, Mylnuni í Brotinum eitt kort, sum gevur atgongd til lutaseðlar fyri at keypa í hesum handlum.


Kortið er væl móttið, og longu nú hava umleið 3.000 kundar tikið av at nýta kortið í sambandi við innkeyp teirra. Hetta eru vit í P/F SMS sera fegin um. Tíverri er eitt lítið mistak gjørt í markaðarføringini av kortinum, sum er gjørd í stríð við §3 í Marknaðarføringslógini.


P/F SMS hevur tí gjørt tað einasta rætta. Nevniliga at broyta treytirnar fyri kortið soleiðis, at øll fáa 10 lutaseðlar útflýggjaðar, hvørja ferð kortið verður nýtt.


Kortið kann í mesta lagi nýtast 5 ferðir í hvørjum handli innan fyri sama dag. Dentur skal leggjast á, at neyðugt verður ikki hjá nøkrum at skifta sjálvt kortið út í sambandi við gjørdu broytingarnar. Fyrimunirnir við HITTkortinum eru nógvir:


- Tú ert við í lutakastinum um ein VW up!, gávukort á 40.000 krónur frá Fonn Flog, eitt fult sett av føroyskum klæðum til mann og kvinnu


- Hvønn mánaða ert tú við í lutakastinum um gávukort á 2.500 krónur


- Hvønn dag er tú við í lutakastinum um gávukort á 500 krónur


- Tú fært góð tilboð frá okkum og okkara samstarvsfelagum í telduposti


- Skrásetur tú títt HITTkort áðrenn sunnudagin 10. juni, ert tú eisini við í lutakastinum um 5.000 krónur HITTkortið, sum er ókeypis, fæst í leiðbeiningini í Miklagarði ella við kassan í Mylnuni og Brotinum.


Yvirlit yvir egnar lutaseðlar fæst við at rita inn á www.hittkort.fo , har til ber at síggja, hvussu nógvar lutaseðlar, tú hevur savnað tær.