Smæran er ein trygg íløga

Fjaldir feilir í bygninginum gjørdu, at tað var neyðugt at gera alt arbeiði í Smæruni í senn. Afturfyri hava vit nú ein bygning, sum er sum nýggjur frá innast til uttast, og sum ikki fer at tørva fleiri byggistig komandi árini. Tíðindini um at bygningurin er 16 milliónir dýrari enn ætlað, eru skeiv.

Tíðindaskriv frá Starvsmannafelagnum:

Fríggjadagin 16. september varð nýggi bygningurin hjá Starvsmannafelagnum, Smæran, alment tikin í brúk. Í hesum sambandi hava fjølmiðlar havt fokus á, at bygningurin er blivin dýrari enn upprunaliga ætlað og at talan hevur verið um stóran meirkostað.

Av tí at upplýsingar hava verið frammi, sum kunnu geva eina skeiva mynd av byggingini metir Starvsmannafelagið tað verða neyðugt, at greiða nærri frá byggiætlanini, sum vit meta sum eitt stórt framstig og eina trygga íløgu fyri felagið og limirnar.

Frá partvísari loysn til heildarætlan
Í almennu umrøðuni er komið fram, at kostnaðurin fyri at høvuðsumvæla og umbyggja nýggju Smæruna er umleið 30 milliónur krónur. Hesin kostnaður verður samanborin við, at kostnaðurin fyri høvuðsarbeiðstøkuna fyri umleið tveimum árum síðani, lá um góðar 13 milliónir krónur. 

Hetta var tilboðið frá P/F Eysturlon, sum fekk høvuðsarbeiðstøkuna á heysti 2014. Við hesum sum grundarlagi verður sagt, at byggingin av Smæruni er dýrkað góðar 16 milliónir krónur.
Hettar gevur eina skeiva og misvísandi mynd av veruleikanum.

Talan er í roynd og veru um tvær ymiskar verkætlanir.

Starvsmannafelagið keypti gamla sjónvarpsbygningin  frá Mentamálaráðnum, og avgjørt varð í fyrstu atløgu at umbyggja og umvæla bygningin innan. Fíggjarætlanin (budgettið) tá segði, at hetta 1. byggistigið fór at kosta góðar 16 milliónur krónur.

Upprunaliga var so ætlanin, at uttandura arbeiðið (2. Byggistig) skuldi gerast seinni.

Tá arbeiðið byrjaði og teir fóru at taka niðurfrá vísti tað seg, at bygningurin var í sera ringum standi. Stórir feilir og manglar komu undan kavi. Feilir, sum tað ikki bar til at staðfesta, fyrr enn veggir vóru tiknir niður og umvælingarnar vórðu byrjaðar.

Hetta gjørdi, at neyðugt var at tillaga upprunaligu ætlanina.

Av tí, at bygningurin var í so ringum standi, var avgjørt at umvæla allan bygningin í senn – t.v.s. fremja, tað sum á fakmáli verður kallað ein heildarloysn.

Tískil er øll byggingin nú gjørd undir einum. Bæði tað planlagda arbeiðið innanhýsis, og haraftrurat útvendig arbeiðir, so sum nýggjar tekjur, útveggir, nýggj vindeygu o.s.fr. 
Íkomna støðan við fjaldu feilunum gjørdi, at tað ikki var mett ráðiligt at bíða. Neyðugt var at gera hettar arbeiðið beinanvegin. Annars hevði vandi verið fyri, at skaðar og manglar breiddu seg til tað nýgjørda arbeiðið. 

Sostatt er øll umvælingin og umbyggingin gjørd eftir umleið tveimum árum, og ikki yvir eitt longri áramál, sum tankin var upprunaliga. Tvey byggistig eru løgd saman. Alt er gjørt í einum.

Afturfyri hevur Starvsmannafelagið nú fingið ein bygning, sum er so gott sum nýggjur, frá innast til uttast. Og tað merkir, at vit í komandi árum sleppa undan útreiðslum av viðvíkahaldi og nýggjum byggistigum, sum annars høvdu ligið fyri framman.

Av tí, at talan sostatt er um eina heildarloysn, er beinleiðis skeivt, tá ið sagt verður, at byggingin av Smæruni er dýrkað góðar 16 milliónir – sum er munurin millum upprunaligu kostnaðarmetingina hjá Eysturlon og tann endaliga byggikostnaðin.

Fjaldu feilirnir hava sum vera man dýrkað verkætlanina nakað. Útrokningar hjá byggifrøðiligu ráðgevingini hjá Starvsmannafelagnum vísa tó, at hevði uttandura arbeiðið verið gjørt seinni, í einum 2. byggistigi, sum upprunaliga ætlað, so hevði tað kostað bróðurpartin av teimum 16 milliónunum.

Við fakligari ráðgeving
Starvsmannafelagið er eitt fakfelag og sum felag hava vit ikki serligt innlit í bygging. 
Tískil var beinanvegin avtala gjørd við royndan verkfrøðing um at vera byggiráðgeva, sum hevur verið høgra hond hjá felagnum frá byrjan til enda. Hendan uppgáva hevur ligið hjá Kristiani Rasmussen, fyrrverandi varastjóra á Landsverki, sum hevur drúgvar royndir við byggifakligum eftirliti.

Vit halda tí, at byggingin hevur ligið í tryggum hondum.

Trupulleikarnir, sum verkætlanin rendi seg í, komu sum vera man ógvuliga dátt við, og møguleikin fyri at reisa endurgjaldskrav móti Mentamálaráðnum og teimum, sum bygdu gamla sjónvarpsbygningin, hevur sjálvsagt verið kannaður.
 
Niðurstøðan var tó, at møguleikin fyri at fáa nakað rættuligt endurgjald var avmarkaður.

Eitt virðismikið aktiv
Limirnir í Starvsmannafelagnum eiga felagið og tí hava vit strembað eftir at tryggja gjøgnumskygni um ætlanina. 

Kunnað er um byggiætlanina í Starvsblaðnum og á heimasíðu felagsins, og á aðalfundinum og á fundum fyri álitisfólkunum hevur verið greitt frá trupulleikum við byggingini og øktum byggikostnaði.

Nú komið er á mál, kunnu vit fegnast um eitt stásiligt hús, sum uttan iva verður felagnum og limum okkara til stórt gagn.

Íløgan í Smæruna er fíggjað við peningi úr verkfalsgrunni felagsins. Hetta er vanligur fíggingarháttur millum fakfeløg. Partur av verksfalspeninginum, sum vanliga er óvirkin peningur, er umsettur til eina trygga íløgu.

Fara áhugatrætur at stinga seg upp á arbeiðsmarknaðinum, har neyðugt verður at fara í verkfall, so kunnu vit framhaldandi trygt gera tað, tí felagið hevur fullgóðar loysnir fyri hesum.

Fríggjadagin lat Smæran hurðarnar upp. Vit hava nú fingið ein snotuligan og nútímans bygning. Ein bygning, sum fer at vera karmur um mennandi tiltøk fyri limirnar og fer at geva felagnum gott fíggjarligt kjølfesti í árunum sum koma.

Súni Selfoss,
formaður í Starvsmannafelagnum