Sløkkiliðið skal góðkenna nýggjársbálini

Tað eru strangar treytir í sambandi við at brenna nýggjársbál. Sambært kunngerð um burturkast nr. 147 frá 19. oktober 1995 er krav, at góðkenning skal fáast frá kommununi at brenna nýggjársbál. Søkjast kann um loyvi á Sløkkiliðsstøðini á telefon 302100 innan 31. desember 2011, klokkan 12.00.


Treytirnar fyri at fáa loyvi eru hesar:


• at bert reinur, óviðgjørdur og turrur viður verður nýttur


• at støddin á bálinum er í mesta lagi 3 metrar í diametur og 2 metrar í hædd


• at bál, størri enn 3 metrar í diametur og/ella 2 metrar í hædd, skulu frammanundan góðkennast av Sløkkiliðnum við sýn á staðnum og verða bert loyvd, um Sløkkiliðið metir trygd og frástøðu at verða hóskandi til umstøðurnar


• at veðrið er til vildar, og vindferðin skal í mesta lagi verða 15 m/s


• at frástøða til hús og lutir verður nóg stór


• at navnsnevndur ábyrgdarpersónur er á staðnum


• at navn, adressa og telefonnummar verða upplýst Sløkkiliðsstøðini, telefon 302100.


• at um neyðugt verður hjá Sløkkiliðnum at fara á staðið at sløkkja ella rudda, er tað navngivni ábyrgdarpersónurin, ið fær rokning.


• at økið verður ruddað í seinasta lagi dagin eftir


• mælt verður til, at hava spannir ella vatnkør á staðnum til sløkking ella køling í samband við møguligar brunaskaðar


Sera umráðandi er, at fýrverk ikki verður tveitt í bálið.


Hesar treytir skulu tryggja, at bálbrenningin verður gjørd við skynsemi, umframt at minst møgulig umhvørvisárin standast av brenningini.