Sløkkið ei seinasta ljósið - Boðskapurin skiltur!

 Leygardagim varð nýggi skúlin á Argjahamri tikin alment í nýtslu.


Ein fantastiskur skúli, har hvør einasti næmingur heilt sikkurt kemur at trívast og mennast.


–Vit sóu tað longu nú, ið hátíðarhaldið varð hildið, hvussu glaðir næmingarnir eru fyri hesa gávu. Í fleiri hugtakandi næmingaframførslum søgdu tey frá hesum. Tað sum serliga festi seg í hugan, var ein framførsla – ein dansileikur -  frá eldru næmingunum.


Í sera  hjartanemandi framførslu, flutti ein næmingur í 8. flokki fram eina fantastiska góða røðu, sum eg havi skilt, at hon sjálv  hevði skrivað.


“Sløkkið ikki seinasta ljósið” var heitið á røðuni og á leikinum. Súmbolikkurin við ljósinum sipaði til, at fólkaskúlin bæði má og skal menna kreativu førleikarnar hjá næmingunum. Og at tey stúra fyri, at tað er tað øvugta, sum er við at henda – orsakað av, at tað hevur verið neyðugt at lækka tímajáttanina til fólkaskúlan.


Vit skulu menna heil menniskju


Eg eri so sera samd við hesum gløgga næmingi og øllum floksfelagum hennara. Tann fólkaskúlin, sum vit skulu vera errin av í Føroyum, skal menna bæði fakligu og kreativu førleikarnar hjá næmingunum. Líka so væl sum allar lærugreinar eisini skulu menna næmingin málsliga – skulu allar lærugreinar menna næmingin kreativt og skapandi.


Gentan á Argjum vísti á, at menna vit bara fakligheitina, menna vit bara aðru helvtina av heilanum. Eri ikki so heilakøn – men tað skal vera okkara fremsta mál í fólkaskúlanum, at menna heil menniskju.


Nú tær nýggju námsætlanirnar eru settar í verk fyri fólkaskúlan, er tað umráðandi, at vit tryggja, at kreativu førleikarnir verða raðfestir í øllum lærigreinum.


Tað skal einki spariuppskot leggja fót fyri.


Takk fyri áminningina til næmingarnar á Argjum.


Helena Dam á Neystabø, landsstýriskvinna í mentamálum