Nógva regnið í oktober kom væl við hjá SEV.
Henda mánaðin komu ikki færri enn 48 pst. av elframleiðsluni frá vatni og sløk sjey prosent frá vindi. Sostatt stavaðu 55 pst. av elframleiðsluni í oktober frá grønum orkukeldum. Hinum 45 prosentunum stóðu oljuriknu elverkini fyri.
Tað vísir nýggjasta uppgerðin frá framleiðsludeildini hjá SEV.
Elframleiðslan í oktober var annars 0,9 pst. minni enn sama mánaða í fjør, 24.423 MWh í ár ímóti 24.647 MWh í fjør. Í oktober í fjør var parturin av varandi orku bert 37 pst.
Framleiðslan í miðøkinum minkaði 0,5 pst., meðan minkingin í Suðuroy var 5,4 pst.
2,5 pst. minking higartil í ár
Higartil í ár hevur elframleiðslan í Føroyum verið 2,5 pst. lægri enn somu tíð í fjør, 224.746 MWh ímóti 230.417.
Av hesum hevur parturin frá vatni og vindi verið stívliga 38 pst., 32,7 pst. frá vatni og 5,5 pst. frá vindi. Framleiðslan í meginøkinum hevur verið góð 2 pst. lægri enn somu tíð í fjør og í Suðuroy 5,6 pst. lægri.