Nógv hava tey eftirhondini upplivað í Steinprenti av serstøkum listafólkaynskjum, men ynskið um at prenta ein heilan grindahval høvdu tey allíkavæl ikki hoyrt um, fyrr enn danska listakvinnan Pernille Kløvedal Helweg kom við tí.
Tíðindaskriv
Tað er m.a. úrslitið av hesi serstøku verkætlan, sum áskoðarar hava møguleika at síggja á framsýningini HVALATEKIN/FELTGRAFIKKUR, sum letur upp í Norðurlandahúsinum fríggjadagin 27.apríl klokkan fýra og tveir tímar seinni í Steinprenti. Talan er sostatt um tvær framsýningar hjá Pernille Kløvedal Helweg. Listakvinnan hevur seinastu árini arbeitt við sporum av stórum og smáum djórum, sum verða sett á koparplátur, ið eru viðgjørdar frammanundan. Listakvinnan nevnir sín arbeiðshátt fyri feltgrafikk.
Samstarv millum listakvinnuna, Steinprent, Dorethe Bloch professara, Biofar og koparprentara Mette Marott førdi í fjør til, at fótafarið av einum stórum grindahvali varð sett á koparplátur, sum síðani vórðu viðgjørdar, etjaðar og prentaðar. Á framsýningini verður eisini eitt stórt koparprent at síggja við fótasporum av teimum mongu luttakarunum í verkætlanini. Framsýningin hevur verið framsýnd í Vejle Kunstmuseum, Fuglsang Kunstmuseum, Kunsten í Ålborg og harumframt í Rogaland kunstmuseum í Stavanger í Noregi.
Við framsýningunum í Havn er hvalaverkætlanin heimafturkomin til Føroya. Tað verður høvundurin Arthur Krasilnikoff, sum heldur setanarrøðuna, listakvinnan verður til staðar, og øll eru hjartaliga vælkomin.
Fernisering 27.aprÍl NoRÐURLANDAHÚSIÐ kl. 16-18 (opið mándag-leygardag kl.10-17 & sunnudag kl. 14-17)
Steinprent kl. 18-19 (opið mánadag-fríggjadag kl. 9-17 & leygardag kl. 14-17)
Framsýningin er opin 27 apríl – 28. Mai