Sleppa undan nógvari tungari koyring

Á borgarafundi í Kaldbak undan jólum varð ringi standurin á vegastrekkinum millum Kaldbaksbotn og Kaldbak umrøddur. 

Tíðindaskriv

Møguleikin at brúka yvirskotsgrót frá Eysturoyartunlium at dagføra vegin, so hann kann lúka nútíðar krøv til eina trygga samferðsluleið varð umrøddur í hesum sambandi. 

Eg havi tí í dag sett landsstýrismanninum í innlendismálum, Hendriki Old viðfesta fyrispurning eftir grein 52a í tingskipanini. Endamálið er at seta dagføring av Kaldbaksvegnum á dagsskránna hjá Landverki við at vísa á hendan upplagda møguleika at brúka av teirri stóru nøgd av vælegnaðum gróti frá Eysturoyartunnlinum. 

Tórshavnar kommuna gjørdi vegin av Hvítanesi til Kaldbaks í 70’inum sum part av avtaluni, tá Kaldbak legði saman við Tórshavnar kommunu. Stutt eftir at vegurin varð gjørdur, yvirtók landið vegin. Lítið og einki er gjørt við vegin síðani, hóast fólkatalið er vaksið munandi, eins og tørvurin hjá hvørjum einstøkum at koyra til og frá er fleirfaldaður. 

Nógv fólk ferðast eftir vegnum til og frá arbeiði hvønn dag - bæði av bygdini og til Kaldbaks.

Við at brúka gróti frá Eysturoyartunlinum til at dagføra Kaldbaksvegin, sleppa vit undan nógvari tungari  koyring – bæði nú frá tunlinum við gróti, og seinni til økið, tá Kaldbaksvegurin annars hevði skulað verið dagførdur.

Heðin Mortensen
Løgtingsmaður