Sleip av Polarhav

Polarhav boðaði frá 7. juni, at teir høvdu trupuleikar við stýringini og vóru á veg móti landi.


Brimil kom til Polarhav suður úr Mykinesi nakað seinni.


Sett bleiv fast á Polarhav, og byrja var at sleipa móti Sørvági har skipini kumu kl 2000.


Polarhav var júst byrjaður nýggjan túr, teir vóru júst komnir á fiskileið tá teir fingu trupuleikar.


Skiparin á Polarhavi, vantaði at trupuleikin bleiv skjótt loystur, so teir kundu fara út aftur sum skjótast.


Polarhav samtrolar við Stjørnuni, í løtuni fiska teir gulllaks.


Kelda: www.fve.fo