Almenn móttøka leygardagin kl. 14.
Leygardagin 5. november 2011 kl. 14:00 verður almenn móttøka í nýggja Skúlanum við Ósánna, sum nú er liðugt bygdur, har Jógvan Fríðriksson, Biskupur, fer at víga skúlan.
Í apríl mánað 2010 vórðu 2200 fermetrar av nýggja Skúlanum við Ósánna tiknir í nýtslu, og írestandi byggistigini, sum nú eru framd, fevna um góðar 900 fermetrar aftrat. Skúlin er sostatt 3100 fermetrar til støddar við 18 skúlastovum og 5 serstovum.
Eisini eru tríggjar miðhallir, ein stór og tvær smærri til framhaldsdeildina. Onnur av hesum høllum hevur tilknýti til miðlaverkstaðið ella bókasavnið og skúlastovur - og hin til serhølini.
Skúlin er ljósur og lættur – og útsýnið gott.
Samlaða byggingin av nýggja Skúlanum við Ósánna, sum kostar umleið 58 mió. kr. er nú liðug, og verður almenningurin í tí sambandi bjóðaður inn at síggja skúlan og til hátíðarhaldið, har Biskupur Føroya fer at víga skúlan.
Almenna móttøkan byrjar kl. 14 leygardagin 5. november 2011, og øll eru hjartaliga vælkomin.
Kelda: www.klaksvik.fo