Skúlin í Kaldbak 100 ár

Skipað varð fyri hátíðarhaldi á bygdastevnuni í Kaldbak í dag, tí bygdin hevur havt skúla í 100 ár. Jógvan Arge, formaður í mentamálanevnd Tórshavnar býráðs, hugleiddi um skúlasøguna og nøkur kaldbaksfólk.


Góðan dag og takk fyri áheitanina um at hugleiða um skúlan, nú tit hátíðarhalda, at skúlin í Kaldbak er 100 ár. Eg fari eisini at hugleiða eitt sindur um kaldbaksfólk.


Eg eri uppvaksin í Havn og havi óivað altíð vitað um Kaldbak. Men eg eri ikki komin nógv higar, fyrrenn tey seinastu 12 árini sum limur í skúlastýrinum og eitt skifti í kaldbaksnevndini eisini.


Eg bjóðaði meg fram til báðar sessirnar fyri ikki bara at sita við málum í stórbýnum, og her hevur verið áhugavert og øðrvísi enn á Vaglinum í Havn, tí dimensjónirnar eru ikki tær somu. Men eg kann siga, at eru málini ikki javnstór, so eru tey javnlík. Teir spurningar, sum troka á í Havn, troka eisini á í Kaldbak – og tað hevur ikki minni týdning at loysa málini her enn har.


Mítt fyrsta minni um Kaldbak er kanska, tá ein kaldbaksdrongur skuldi konfirmerast í Havn. Hann skuldi í føroyskan búna, men hosurnar vóru lagdar inn í ovnin av einihvørji grund, og ólukkutíð brendust.tær, so tær vóru ikki ífarandi.


Nú vóru góð ráð dýr, tí hosur til føroysk klæði vóru ikki so at uppdríva í eini handavend sunnumorgun.. Men húsmóðurin fann upp á at spyrja mammu mína, um vit ikki høvdu onkrar hosur. Jú, jú, vit dreingirnir áttu føroysk klæðir. Hosurnar vóru í skundi fingnar upp á pláss, og kaldbaksdrongurin kom væl konfirmeraður úr aftur Havnar kirkju – í mínum hosum. So onkra hjálpandi hond hevur mann rætt kaldbaksfólki.


Vit plagdu at ferðast inn í Eysturoynna, og tá hendi tað seg bæði á útferð og heimferð, at mjólkarbáturin fór til Kaldbaks eftir fólki og mjólk. Hetta gjørdi ferðina longri og vandan fyri sjóverki størri, men vit upplivdu so ferðasambandið, sóu bygdina, bóndurnar og ikki minst mjólkadunkarnar. Kanska var eg ikki rættiliga í Kaldbak, fyrrenn tann dagin Guttormur flotaði tann fyrsta kaldbaksbátin. Tað var ein serligur dagur.


Frá Høgadalsá til Vesturskarð


Onkur kaldbaksfólk havi eg kent. Ein av teimum var løgtingsmaðurin við navninum eftir ánni her omanfyri, Hanus við Høgadalsá. Hann slapp ikki at eita bara Hanus við Á og tók síðani alt navnið á ánni. Navnið varð ikki minni hábarsligt av tí. Hanus segðist fara úr postverkinum á sinni, tí hann legði ikki í at sleikja donsk frímerki longur.


Ein annar var Petur Reinert, sum skúlafelagarnir í Havn bara nevndu Kaldbak. Hann hoyrdist og sást, har hann var. Ein røðari av Guðs náði, sum dugdi væl at siga søgur og var skjótur í svarinum. Einaferð sendu teir jólakort í V4. Heilsanin frá Finnboga til Petur í Kaldbak ljóðaði: ”Til læknan á Eiði tað mikla rok, eg sendi eitt skeggvaksið landstrok”.


Eina ferð reypaði eg fyri honum um, at eg hevði skipað Ormin Langa á Maratonfløtuni í Grikkalandi. Tað var lítið at breggja sær av, helt Petur Reinert. Hann hevði skipað Bukkutáttin á sjálvum Reyða Torginum í Moskva!


Vit høvdu fleiri kendar kaldbaksmenn í Havn. Eitt nú brøðurnar Knút Wang og Niels Wang, annar kendur sum politikari og blaðstjóri og hin sum ein sera íðin handilsmaður. Og ein triði var Aage Vesturskarð, sum mangan var at síggja í havnargøtum sum nevndarlimur í Fiskimannafelagnum og øðrum fakfeløgum.


Ein yngri næmingur úr Kaldbaks skúla, sum var nógv frammi og er tað stundum enn, var Zakarias Wang. Ikki minst, tá hann á sinni stillaði einsamallur upp til fólkatingsval: Tá kvæð Finnbogi:


”Nei á meg aldrin kom ótti / sjálvt um Kirkjubøur hótti / úr tí gamla bispasæti / at teir lýstu meg í bann. / Tí í mær er mikil futtur / og eg kenni meg sum Luther / her eg standi einsamallur / og ei annað gera kann.


/ Her kemur Zakarias / Dula-hey, dula-hopp, dula-heysasa, / her kemur Zakarias, / ádu, her komi eg”.


Í míni tíð sum næmingur í Hoydølum komu nógvir unglingar úr Kaldbak til Havnar. Summir koyrdu bil, aðrir lærdu handverk og nøkur komu í skúla. Í Hoydølum vóru t.d. Hanus Wang og Marin Wang, August Gabriel Wang og Petur Nolsø – kanska ikki líka góðir einglar øll, men sermerkt hvør á sín hátt og dugnaligir næmingar. Hanus og eg konfirmeraðust eisini saman, men hann var ikki í mínum hosum.


Jú, jú, øll hesi, sum eg havi nevnt, gingu saman við mongum øðrum gentum og dreingjum í Kaldbaks skúla - og stóðu seg væl.


Heimaundirvísing í Sólgørðum


Sum eg dugi at síggja, var tann upprunaligi skúlin liðugur um heysti 1910. Farið varð at ganga í hann um heystið 1911, og fyrsta skúlaárið her í skúlanum endaði fyri júst 100 árum síðani, á sumri 1912.


Spurningurin um skúlagongd í Kaldbak varð nevndur longu í 1737 og aftur í 1874, men onki kom burtur úr, fyrrenn málið kom fram aftur í 1898, tá prestur, sum var formaður í skúlanevndini, nevndi, at skúlakunnleiki var lítil í bygdunum í Suðurstreymi. Í 1904 var ummælið av kaldbaksbørnum, at støðan var lutfalsliga góð, tá hugsað varð um, at bert deknurin las við børnunum eina ferð um vikuna.


Jens Marius Hentze skrivar í Tórshavnar Skúlasøgu, at uttan iva hevur tað verið Napoleon Nolsø, keypmaður, sóknarstýrisformaður frá 1899, ið royndi at bøta um undirvísingina. Hann helt tað hava alstóran týdning, at børnini lærdu at lesa og ikki minni at skriva.


Hann hevði lært hesi kynstur hjá abbanum Jóan Petur Bærentsen í Sólgørðum. Jóan Petur hevði gingið í skúla hjá einum studenti, sum búsetti seg í Kaldbak og hevði hildið skúla í bygdini fyrru helvt av 1800-talinum.


Jóan Petur helt sum tilkomin ókeypis skúla fyri dreinjunum í bygdini heima hjá sær sjálvum, men genturnar sluppu ikki. Tær høvdu so nógv at gera heima við hús, at ikki bar til at spilla tíðina burtur við skúlagongd. At lesa lærdu tær heima hjá foreldrunum, men tað sigst, at tær vóru sera misnøgdar við slíka viðferð.


Fyri og ímóti skúla


Sum fráleið tóku alt fleiri undir við at fáa skúla í lag í Kaldbak, og í 1905 tók kirkjuráðið málið upp av sínum eintingum. Tað harmaðist um, at ongin skúli var í bygdini og heitti á sóknarstýrið um at viðgera málið. Sóknarstýrið sendi í 1908 tinginum og skúlastjórnini umsókn um stuðul til at byggja skúla í Kaldbak.


Søkt varð um, at staturin veitti stuðul til at byggja eina skúlastovu av somu stødd sum aðrar skúlastovur í Føroyum. Men samstundis fekk løgtingið mótmæli frá átta skattaborgarum, ið hildu tað vera púra óneyðugt at byggja skúla, tí heimaundirvísingin, sum hevði verið tað vanliga leingi, virkaði nóg væl.


Jens Marius heldur, at tað var rætt, at heimaundirvísingin gagnaði nógvum og vísir á, at ein av mótmælarunum Jákup Andrias Vang gjørdist løgtingsskrivari, hóast hann ongantíð hevði gingið í vanligan skúla, og Napoleon Nolsø, sum bara hevði lært í skúladeplinum í Sólgørðum, var eisini sera kunnigur við penninum.


Millum konufólk í Kaldbak, sum ongantíð høvdu gingið í skúla, var eisini onkur, sum skaraði framúr, t.d. Mathilda Jacobsen, ið stýrdi barnaheimi Christians 9 í Århus ein mansaldur.


Punktum ikki komið til Kaldbaks


Presturin M.A. Hansen hevði latið tinginum eitt ummæli um førleikarnar hjá kaldbaksbørnum. Tað var eyðsæð, at heimini høvdu gjørt eitt fyrimyndarligt arbeiði at geva børnunum hollan kunnleika, men tað, sum lært varð við heimaundirvísing, var ikki nøktandi.


Børnini dugdu at lesa bíbliusøgu, og tey fataðu tað, tey høvdu lisið. Tey størstu børnini dugdu at greiða frá tí lisna á donskum. Tey elstu dugdu eisini at lesa so nøkurlunda í eini lættari danskari lesibók, og tey skiltu so hampiliga tað, tey høvdu lisið, men longri vóru tey ikki komin.


Tey kendu ikki so frægt sum punktum og steðgaðu heldur ikki við tey, tá tey lósu. Bara nøkur av teimum størstu børnunum dugdu at skriva av eftir talvuni, og tað gekk striltið. Rokning var ikki verd at nevna, tí bert ein 12 ára gamal drongur, sum hevði gingið í kommunuskúlan í Havn, dugdi at leggja tvey stór tøl saman. Og tá tað kom til at draga frá, falda ella býta sundur var eiðasørt.


Prestur tók samanum, at neyvan var møguligt at bøta um lagið, sum var, uttan við skipaðari skúlagongd. Tað vóru rein orð fyri pengarnar.


Játtan til skúla í 1908


Løgtingið ásannaði, at av mótmælarunum var bert ein, sum hevði børn í skúlaskyldugum aldri, men at útreiðslurnar til skúlan fóru at verða steinur oman á byrðu í teirri fámentu Kaldbaks sókn, sum taldi 100 fólk tá.


Men tingið tók undir við lønarískoytinum, sum kommunustýrið hevði skotið upp at lata, Tað var 225 krónur í reiðum peningi árliga til lærara ella lærarinnu. Samstundis játtaði tingið at veita sjálvari skúlabyggingini stuðul.


16 atkvøður vóru fyri og ongin ímóti á heysti 1908. Játtaðar vórðu 1000 krónur at byggja fyri, og kaldbaksmenn keyptu timbur og nævur fyri pengarnar. Sum pliktarbeiði laðaðu kaldsbaksmenn grundina upp, so húsini stóðu liðug um heystið 1910.


Petronella var fyrsta lærarinnan


Fyrsti lærari við skúlan í Kaldbak var Petronella Reinert. Hon byrjaði skúlan í oktober 1911 og var í føstum starvi til 1931, men var ofta vikarur fram í fimmtiárini. Eftir tað plagdi hon at siga, at til fimtiárini hevði hon verið lærari hjá øllum kaldsbaksbørnum síðani 1911.


Ikki færri enn 15 næmingar úr Kaldbak vóru í skúlanum, tá hon byrjaði. Dreingirnir vóru níggju í tali og genturnar seks. Haraftrat vóru fýra næmingar av Sundi, sum gingu í skúla í Kaldbak eina viku um mánaðin.


Teir fyrstu næmingarnar í Kaldbaks skúla vóru í okktober 1911, fyrst genturnar: Alma Nolsøe, Nicoline Reinert, Pauline Nolsø, Hedvig Wang, Hansina Wang og Maria Wang.


Teir níggju dreingirnir vóru: Aksel Wang, Jacob Christiansen, August Joensen, Peter Wang, Kornelius Reinert, Ejvind Wang, Thomas Reinert, Olaf Reinert og Haldor Wang.


Sundsbørnini vóru Uffe Bærentsen, Hans Petur Hansen, Jóhanna Hansen og Anna Sofía Hansen.


Wang, Reinert og Nolsø


 Higani úr bygdini vóru seks Wangar, fýra Reinert, tvær Nolsø, ein Christiansen og ein Joensen. Tey flestu av hesum eftirnøvnum ganga framvegis aftur í Kaldbak, so kaldbaksfólk í dag kunna lættliga identifisera seg við teir fyrstu skúlanæmingarnar her fyri 100 árum síðani.


Tann nattúrligi spurningurin er nú, hvussu gekst við lærdóminum og kunnleikanum í Kaldbaks skúla? Um tað er stutt og greitt at siga, at í einum ummæli av skúlanum frá tríatiárunum sæst, at í Kaldbak var góður skúli, stovan var nosslig, her var nóg mikið av undirvísingartilfari og børnini dugdu væl – eins og tey gera í dag..


Tað er forkunnugt, at skúlin, sum byrjað varð í fyri nú 100 árum síðani, framvegis stendur sum ein partur av Kaldbaks skúla. Ábøtur eru altíð neyðugar og her trongir til eina fimleikahøll til ymiskt virksemi. Tí málinum arbeiðir kommunan við.


Kaldbaks skúli hevur verið ein týðandi stovnur í bygdini, og so mikið vita vit, at skúlatilboðið fer ikki at hava minni týdning í framtíðini. Her kann eg skoyta uppí, at arbeitt verður við skúlabygnaðinum fyri alla kommununa. Uppskot er um at skipa skúlarnar í grunddeild, miðdeild og hádeild við trimum árgangum í hvørji deild.


Eftir tí uppskotinum verða tær báðar yngru deildirnar á skúlunum eins og í dag, meðan hádeildin úr teimum smærru skúlunum verður savnað á einum stað. Endaligu avgerðina um skúlabygnaðin eigur mentamálaráðið.


Hans Majestæt og Aksel


At enda fari eg at nevna ein kaldbaksmann aftrat. Tað er rørleiggajarin Hans Martin Reinert. Hann setti heldur ikki sítt ljós undir eina skeppu, men kundi setast fastur. Sum flest allir handverkarar møttu Hans Reinert og hansara fólk stundum ikki til tíðina at gera arbeiði, sum hann hevði lovað.


Hetta dámdi ikki kvívíkspresti Axel Tórgarð, tá hann bygdi sær nýggj hús. Tá tolið var uppi í prestagarðinum á Kirkjuteigi, fjarritaði Aksel til Hans Reinert í Havn: ”Ert tú tann ið koma skal, ella skal eg vænta ein annan?”


Hans Majestæt var skjótur avstað at fáa arbeiðið frá hondini, tí hann hevði óivað lært her í Kaldbaks skúla, at tú svíkir ikki ein Harrans tænara.


Jógvan Arge


Formaður í mentamálanevnd


Tórshavnar býráðs