Skuldsetningarnar verða nú sleptar um barnaporno

Húsarannsóknin í samband við illgrunað um barnaporno


Tann 19. februar 2014 blivu húsarannsóknir framdar samstundis í Føroyum og Danmark í samband við illgrunað um barnaporno á internetinum har 2 føroyingar - ein í Føroyum og hin í Danmark - vóru undir illgruna.


Í tí sambandi hevur politiið kannað telduútgerð og aðra útgerð. Hesar kanningar eru nú liðnar og staðfest er, at onki illgrunasamt tilfar var á útgerðini.


Skuldsetningarnar verða nú sleptar og onki meiri verður gjørt við málið.