Øll 11 skúlastýrini í Tórshavnar kommunu eru boðað til fundar, har uppskot til nýggjan skúlabygnað verður lagt fram.** Fundurin verður mikukvøldið kl. 19 á Hotel Hafnia.
Trivnaðarfyristingin í Tórshavnar kommunu hevur latið gera uppskot, sum fevnir um skúlabygnaðin í allari kommununi, og sum byggja á ymisk atlit og fortreytir, ið mett verður hava størst týdning.
Samsvarandi uppskotinum um nýggjan bygnað verður eisini sett út í kortið, hvørjar íløgur skulu gerast í skúlar komandi árini.
Mentamálanevndin viðgjørdi málið á fundi í dag. Nevndin samtykti at beina málið í býráðið, sum komandi hóskvøld ætlandi skal seta arbeiðsbólk umboðandi øll skúlastýrini og kommununa at viðgera uppskotið til nýggja skúlabygnað.