Skúlastjórin 60 ár

1. feb. fylti Marita Dalsgaard 60 ár. Í hesum sambandi skipaðu næmingar og lærarar fyri hátíðarløtu í skúlanum. Løtan byrjaði við felagssangi, síðani vóru røður, framførslur og gávuhandanir á skránni.


Næmingarnir í 4. flokki høvdu yrkt Maritu ein sang, sum tey framførdu. 1., 2. og 3. flokkur og næmingar úr 10. flokki framførdu hvør sín sang. Umframt hetta var eisini violin-, klaver- og guitarspæl á skránni.


Marita fekk handað gávur og blómur frá næmingum, lærarum, bygdaráð og skúlastýri. Millum gávurnar var eitt ”pengatræ” frá øllum næmingunum. Í døgunum frammaundan føðingardegnum hava allir næmingarnir havt tvær 5-krónur við hvør, hesar 5-krónurnar vóru allar hongdar uppá eitt træ, sum næmingaráðið handaði Maritu.Aftaná hátíðarløtuna bjóðaði Marita øllum næmingunum føðingardagsbanankøku og sunkist. Vit ynskja Maritu hjartaliga tillukku við degnum og takka henni fyri, at hon er okkara stjóri.


Kelda: www.nes.fo - heimasíðan hjá Tofta skúla.


Nes kommuna ynskir hjartaliga tillukku, og takkar Maritu fyri hennara stóra leiklut, og sera gott samstarv, við ynskjum um nógv góð ár framyvir.