Skúlastjóri settur í Vágs skúla



Landsstýrismaðurin í mentamálum, Bjørn Kalsø, hevur sett John Henrik Holm í starvið sum skúlastjóra í Vágs skúla. John Henrik er 45 ára gamal. Hann tók læraraprógv í 1998 á læraraskúlanum í Nørre Nissum og starvaðist fyrstu árini sum lærari í donskum skúlum, til hann tók við starvi sum bankaráðgevi í Suðuroyar Sparikassa. 

John Henrik hevur tikið eftirútbúgving sum siviløkonomur í fíggjarligari ráðgeving, hevur tikið grundleggjandi leiðsluskeið og hevur drúgvar leiðsluroyndir sum deildarstjóri í Suðuroyar Sparikassa síðani 2007.