Skúladepilin við Marknagil – ein samfelagsmennandi verkætlan

Verkætlanin at byggja ein Skúladepil við Marknagil er væl undirbygd og fyrireika av øllum teimum fakfólkum, sum uppá ymiskar mátar hava havt ábyrgdina av verkætlanini og sum saman við leiðslu, lærarum og starvsfólkum hava verið við til at virðisøkt hana. Vit kunnu staðfesta, at verandi miðnámsskúlar eru ótíðarhóskandi, ov smáir, niðurslitnir og kostnaðarmiklir at viðlíkahalda. Harafturat er talan um eina íløgu í framtíðina, virðisøking av samfelagnum og vinnuni, og ein íløga í okkara høvuðstað sum eitt kraftsentur.


Tí skal øll politiskt orka í Streymoyarøkinum setast inn fyri, at henda verkætlan heldur fram og mennist, soleiðis at Skúladepilin stendur klárur at taka í nýtslu í august 2016.


Tá tosað verður um, at kostnaðurin sær út til at fara nakað upp um tær 391 mió.kr., sum eru ásettar av Løgtinginum (hækking uppá 70 mió.kr. ella 18%), so er hetta heilt einfalt tí, at politiski myndugleikin upprunaliga hevur ásett eina upphædd til íløguna uttan yvirhøvur at gera nakrar sum helst forkanningar – ókvalifiserað git. Harafturat hækkar kostnaðarstøðið á hvørjum árið og hetta er ikki hædd tikin fyri nú eftir 3-4 árum. Harafturat er ætlanin at leingja byggitíðina og tað dýrkar eisini verkætlanina. Tað, sum eigur at mótvirka kostnaðinum er lágkonjunkturin.


Tað er vanligt í øðrum londum, at áðrenn ein almennur myndugleiki setur av játtan til eina slíka byggiverkætlan ella íløgu, so skal fyriliggja ein byggiskrá. Henda byggiskrá skal td. innihalda nærri útgreiningar og lýsingar av, hvørjar funktiónir ein bygningur ítøkiliga skal innihalda, kapasitetur við rúmskráum o.a. Síðan verður eitt slíkt fyrireikandi arbeiði brúkt sum grundarlag fyri støðutakan um vavið á byggjarínum og ikki minst kostnaðinum og rakstrinum - totaløkonomin. Onki av hesum fyrireikandi arbeiðinum varð gjørt, tá upprunaliga játtanin uppá tær 391 mió.kr. varð ásett (uttan innbúgv). Enntá kom Studentaskúlin í Hoydølum knappliga við í verkætlanina eftir trýsti frá ungdóminum.


Landið roynir við hesum arbeiðsháttinum at undirtrykkja veruliga tørvin í verkætlanini og í veruleikanum er vandi fyri, at vit við hesari upprunaligu játtan, hvørki fáa “fugl ella fisk” ella ein ónýtuligan skúla, sum heldur ikki er framtíðartryggjaður – skúladepilin skal kunna lúka tørvin komandi 25-30 árini á frálæru og undirvísing.


So landið hevur bara sær sjálvum fyri at takka, at verkætlanin sær út til at gerast nakað dýrari. Landið hevur eisini saman við Landsverk ábyrgdina av einum komandi byggieftirliti, sum eigur at virka væl og liva upp til endaligu játtanina til verkætlanina.


Tað kann tí ikki góðtakast, at gjørdar verða tillagingar í verkætlanini, sum eru við til at virðisminka pædagogisku og tøkniligu funktiónirnar í bygningunum. Tað skulu td. ikki sparast 15% í útreiðslum við tí avleiðing, at skúlans funktiónir og nýtsluvirði minkar við 25%.


Sum Býráðslimur í Tórshavnar Kommunu taki eg tí fult undir við, at verkætlanin verður framd sum planlagt og at spurningurin um kostnað og tilboð verður avkláraður uttan, at verkætlanin ella bygningurin skal skjerast ella verða fyri afturstigi.


At enda skal eg viðmerkja, at ein verkætlan um Skúladepil við Marknagil og bygging av einum nýggjum Fróðskaparsetri á ongan hátt skal útilokað hvørt annað – bæði skulu byggjast í høvuðsstaðnum.


Tórshavn tann 14. desember 2012


Annfinn Brekkstein, Býráðslimur í Tórshavn Kommunu