Skúladepilin í Marknagili: Byggiloyvið verður játtað fyrsta dagin

Tórshavnar kommuna leggur nú síðstu hond á byggiloyvisviðgerðina í sambandi við skúladepilin í Marknagili, og endaliga byggiloyvið kann játtast innan stutta tíð, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri.


Tórshavnar kommuna er nú komið á mál við síni viðgerð av umsóknini um byggiloyvi til Skúladepilin í Marknagili, og málið er nú farið til endaliga nevndarviðgerð í ymsu nevndunum hjá býráðnum.


Málið var fyri í byggi- og býarskipanarnevndini í gjárkvøldið, har samtykt varð at játta byggiloyvið, tá øll viðurskifti og treytir frá øðrum myndugleikum eru endaliga komin uppá pláss.


Málið fer síðani til viðgerðar í teknisku nevnd, brunanevndini, mentamálanevndini og í fíggjarnevndini. Miðað verður ímóti, at endaliga byggiloyvið kann latast byggiharranum áðrenn tilboðini uppá arbeiðið uppá skúlan verða latin inn í august 2012.


Býráðið hevur annars í longri tíð arbeitt við fyrireikingum av økinum til Skúladepilin, ein serstøk byggisamtykt varð gjørd fyri økið, sum varð góðkend í Innlendismálaráðnum í juli 2011. Býráðið hevur eisini meira yvirskipað kunnað seg um málið, og um tær kommunalu íløgur í vegir, kloakkir o.a., sum kommunan skal gera, orsakað av verkætlanini fyri Skúladepilin.


- Mett verður, at kommunan kemur at gera íløgur fyri einar 15 til 20 mió kr. í samband við byggibúningina av Marknagilsøkinum, har Skúladepilin kemur at liggja, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri.


- Tórshavnar kommuna hevur eisini sent byggiloyvisumsóknina til aðrar myndugleikar, sum hava heimild at seta myndugleikakrøv til Skúladepilin, og allarflestu myndugleikarnir eru lidnir við sína viðgerð, og hava sent kommununi sínar treytir fyri at játta byggiloyvi.


- Kommunan og Tilbúgvingarstovnur Landsins hava eisini havt eitt samstarv um brunamálsviðgerðina og hava viðgjørt málið fleiri ferðir. Tilbúgvingarstovnurin boðaði á fundi við kommununa í gjár frá, at teir vænta at verða lidnir við brunamálsviðgerðina síðst í juni í ár.


- Sostatt kann nú staðfestast, at myndugleikaviðgerðin á hesi størstu skúlabyggingini í landinum er um at vera komin á mál, og byggiloyvið kann endaliga játtast innan stutta tíð, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri, í stuttari viðmerking.


Kelda: www.torshavn.fo