Skuggaboksing í Degi og Viku

Fyri at fáa tilfar til sendingarnar í hesum agurkutíðum er líkt til, at KVF hevur kastað seg yvir uppgávuna at seta Tórshavnar Kommunu í ringt ljós - heldur enn at kanna veruligu umstøðurnar aftan fyri "tíðindaflutningin".


Tórshavnar kommuna er sek - kosta hvat tað kosta vil!


Hetta tykist vera setningurin, ið Sjónvarpið hjá Kringvarpinum nú í eina tíð hevur sett sær fyri at breiða út og prógva.


Seinasta dømið var eitt innslag í Degi og viku fríggjakvøldið fyri viku síðani, har ið ávíst ljós varð varpað á, at Tórshavnar kommuna hevur søkt um innlit í eina byggimálsviðgerð hjá Tvøroyrar kommunu, og síðani tikið innlitsumbønina aftur.


Fyri sjónvarpsjournalistin tykist hetta í sjálvum sær at vera illgrunavert.


So ella so skuldi innslagið prógva, at Tórshavnar kommuna er úti eftir brunaráðgevanum, sum Tvøroyrar kommuna hevur brúkt í byggimálsviðgerðini av málinum, ið innlit varð søkt í.


Talan er um sama brunaráðgeva, sum KVF nýtti í misvísandi og gøluskapandi dokumentarsendingini “Brandfellurnar” sum Sjónvarpið gjørdi herfyri.


Hetta var uppáhaldið, men journalisturin hirdi ikki at kanna veruligu umstøðurnar aftan fyri innlitsumbønina. Gjørdi hann tað, hevði ongin søga verið at fylt út í Degi og viku.


Bert ófyrireikað tráspyrjing, har ið borgarstjórarnir í báðum kommunum skuldu haldast upp ímóti ljósinum orsakað av eini íspunnari "heksajakt" eftir brunaráðgevanum.** Onki høpi er í teoriini hjá sjónvarpsjournalistinum.


Hetta er í besta føri skuggaboksing, í veruleikanum er onki at koma eftir.


Hví søkti Tórshavnar kommuna um innlit?


Fólk eiga at fáa eina rættvísandi mynd, og søgan um innlitsumbønina er í stuttum henda:


Tórshavnar kommuna hevur fingið fyrispurning frá einum byggiharra um at sleppa at byggja eina frystigoymslu í kommununi.


Umsøkjarin hevur upplýst, at hann ætlar at nýta sama slag av byggitilfari, sum verður nýtt til nýggja pelagiska virkið á Tvøroyri.


Tórshavnar kommuna hevði fyri nøkrum árum síðani eitt líknandi byggimál. Tá vóru í myndugleikaviðgerðini trupuleikar við at fáa byggiætlanina góðkenda hjá Brunaumsjón Landsins. Tí tók byggiverkætlanin nógv longri tíð enn ætlað.


Tí hevði Tórshavnar kommuna áhuga í at fáa upplýst, hvørjar loysnir eru funnar á Tvøroyri, so fyrispurningurin í kommununi hesuferð kann avgreiðast so skjótt sum gjørligt. Ongin orsøk er at uppfinna djúpa tallerkin av nýggjum.


Endamálið við innlitsumbønini frá Tórshavnar kommunu til Tvøroyrar kommunu var sostatt bert at vera væl fyrireikað til egna byggimálsviðgerð. Kommunan vildi hesaferð veita umsøkjandi byggiharranum í kommununi góða og skjóta tænastu.


Talan var tí ikki um – sum tráspyrjarin hjá KVF einoygt og ógrundað legði til grund – at spilla skattapening til eina herferð móti einum byggiráðgeva. Beint tvørtur ímóti vónaði kommunan at spara bæði tíð og pening hjá sær sjálvari og hjá einum byggiharra.


Hví tikið innlitsumbøn aftur?


Men Tórshavnar kommuna valdi at taka umbønina um innlit hjá Tvøroyrar kommunu aftur. So mikið er rætt.


Hví tað?


Jú, tí at ein formlig innlitsumbøn var óneyðug, og tí burturspilt tíð. Tað er bæði lættari og skjótari at venda sær til Tvøroyar kommunu beinleiðis.


Lógin um alment innlit gevur øllum borgarum rætt til at krevja at fáa alment innlit í mál, sum ikki eru fevnd av serligum tagnaratlitum. Hetta er hent trygd hjá borgarunum, og eitt hent amboð hjá tíðindafólki, og myndugleikarnir royna at ansa eftir at avgreiða slík mál, soleiðis at borgarin kann hava álit á, at hann fær tað hann biðir um, tó uttan at til dømis privat ella vinnulig áhugamál hjá øðrum verða gingin ov nær. Hetta tekur orku, og kann taka eitt sindur av tíð í sjálvum sær.


Men her var talan um, at ein myndugleiki ynskti at fáa upplýsingar frá einum øðrum myndugleika, tá eru aðrar reglur galdandi. Kommunurnar báðar samstarva væl á mongum ymiskum økjum, og tí er ikki neyðugt at “krevja” at fáa upplýsingar hvør frá øðrum. Tí varð innlitsumbønin tikin aftur, og onnur mannagongd brúkt.


Borgarar kenna seg tryggar


Hóast agurkutíð er hjá Sjónvarpinum, er óskiljandi, at ein alment fíggjaður public service miðil kemur sær at spinna eina søgu burtur úr púrt ongum.


At nýta søguna um hesa afturtiknu innlitsumbøn til at ákæra Tórshavnar kommunu fyri at vilja fremja karaktermorð móti einum einstøkum borgara er óreiðiligt og ósømiligt, og tað hevur als onki við sakligan journalistikk at gera.


Lat meg undirstrika, at innlitsumbønin hjá Tórshavnar kommunu hevði einki við nakran persón at gera. Umbønin var grundað á ynskið um at fremja skjóta bíliga og góða tænastu í eini byggimálsviðgerð við at nýta eina virkandi loysn, heldur enn at uppfinna nakað nýtt.


Hevnisøka og forfylging hoyra ongastaðni heima - allarminst hjá almennum myndugleikum ella almennum fjølmiðlum.


Allir borgarar kunnu tí kenna seg tryggar við, at Tórshavnar kommunu veitir øllum borgarum eins viðgerð.


Illgitingar og skuggaboksing í Sjónvarpinum fara at standa fyri Sjónvarpsins egnu rokning.


Ingibjørg Berg, kommunustjóri