Í døgunum 21.-27. juli verður europeiska OL
fyri ung í Baku, Aserbadjan. Á fyrsta sinni luttaka íðkarar úr Føroyum. Føroysku
íðkararnir luttaka í tveimum ítróttagreinum – svimjing og judo.
Talan er um stórt frambrot fyri føroyskan
ítrótt, og gevur luttøkan føroyskum íðkarum enn ein møguleika, at kappast á
altjóða leikvøllum.
Íðkararnir eru teir fyrstu føroysku
íðkararnir, sum luttaka til eina kapping í OL høpi undir føroyskum flaggi.
Sostatt eru luttakandi íðkararnir við til, at skriva ein tíðandi part í
føroyskari ítróttasøgu.
”Føroyska luttøkan í europiska OL fyri ung er
eitt av úrslitinum í strembanini hjá ÍSF, at at fáa limaskap í altjóða
olympisku nevndini – IOC”, sigur varaforsetin í ÍSF, Jon Hestoy.
Føroyska
luttakararnir
Judo:
-
Bjarni Kyrri Ólavson,
Havnar Judofelag
Svimjing:
-
Elisabeth Erlendsdóttir,
Havnar Svimjifelag
-
Kristina í Skála, Havnar
Svimjifelag
-
Rebekka Trygvadóttir,
Ægir
-
Ronja Ró í Dímun, Havnar
Svimjifelag
-
Bartal Erlingsson
Eidesgaard, Havnar Svimjifelag
Ferðleiðari á túrinum verður Finnbjørg
Nattestad. Venjarar eru Petur Sigurð Johannesen, Judo og Panagiotis Christou,
Svimjing,
Fakta um OL fyri
ung í Baku
European Youth Olympic Festival, sum
europeiska OL fyri ung verður kallað, verður í Baku, Aserbadjan frá 21. til 27.
juli. Í alt kappast 3.600 ungdómar úr 50 londum, í aldrinum 14-18 ár.
Møguligt er at fáa meiri kunning um leikirnar
á: https://eyofbaku2019.com/