Umboðsmaðurin hevur viðgjørt neyvleikan av upplýsingunum í einum áminningarskrivi frá Taks í sambandi við eitt klagumál um krav av eftirlønargjaldi.
Umboðsmaðurin helt ikki, at upplýsingarnar í áminningarskrivinum vóru nøktandi, tí hvørki teldupostur ella skrivstovuadressa vóru upplýstar í áminningarskrivinum. Heldur ikki var nágreinað, hvat tíðarskeið kravið snúði seg um.
Umboðsmaðurin heitti á Taks um at tillaga upplýsingarnar á áminningarskrivinum soleiðis, at tær verða neyvari (LUM 21/01545).