Skráin til Handilsvinnuráðstevnuna

Hósdagin 15. februar verður Handilsvinnuráðstevna í Østrøm kl. 9 – 12 við framløgu um føroyska pantskipan, fyrilestrar um sølu, framtíðarsølufólk, rekrutering og talgilda broytingartíð. 

Endað verður við kjaki millum Kristinu Háfoss, landsstýriskvinnu og Regin W. Dalsgaard, næstformanni í Handilsvinnufelagnum.