Skráin fyri Sundalagsstevnuna í vikuskiftinum

Hósdagur 14. Juni
Kl. 12.00 Café Chill opið – spennandi nýggj stevnumatskrá.
Kl. 20.00 Café Chill konsert við gentunum “ lBIGe v/ Lailu av Reyni.

Fríggjadagur 15. Juni
Kl. 12.00 Café Chill  opið – spennandi nýggj stevnumatskrá.
Kl. 15.00 – 18.00 Framsýning/søla av heimagjørdum lutum  í kjallaranum hjá Hannu og Terja á Kjalnesi  33.
Kl. 17.30 stevnan verður sett, Heðin Mortensen heldur røðu.
18.30 – 02.00 Skótahúsið: Sølubúð við kaffi, breyði og køkum. Framsýning: Fuglar, trøll og løgnar verur, hjá Lív Dam. Kondibingo, fisikibrunnur, tónleikur og sangur.


18.30 – 02.00 Við skótahúsið: 21 spæl, sølu bingja  við  Candy floss, popcorn o.ø.
Kl. 18.30 Stevnudystur KÍF og  VÍF.
Kl. 19.00 – 02.00 Tivoli í skúlagarðinum. M.a. hoppiborgir, karusellir, fiskibrunnur, tombola o.a.
Kl. 20.00 – 24.00 Hugnakvøld í bygdarhúsinum.  Aldursmark 30 +. Á skránni felagssangur við harmoniku, tónleikaframførsla, fyrilestur, te/kaffi og stórt køkuborð, bygdaquiz, dansur við Elis ( Kringvarp Føroya) o.a.
Kl. 21.00 Cafá Chill. Ølsmakking frá OKKARA. Aftaná spæla “Black Sheep” v/ Janus, Niels og Daniel. Ókeypis atgongd.
 
Leygardagur 16. Juni
Kl. 10 .00 – 14.00 Loppumarknaður í Ítróttarhøllini.    – søla av nýggjum og brúktum lutum. Leiga av borði 100 kr., á tlf.: 225105.  
Kl. 11.00 Kapprenning – ymiskir teinar. Møti við skúlan. Sí meiri upplýsingar á: www.renn.fo         


Kl. 13.00 Barnaróður.
Kl. 14.00 Café Chill opið -  spennandi nýggj stevnumatskrá.
Kl. 14.30 Gomul seksmannafør.
Kl. 15.00 FM kappróður. Aftaná verður steypahandan, har Vagnur Johannesen fer at handa steypini.
Kl. 15.00 – 02.00 Tivoli í skúlagarðinum. M.a. hoppiborgir, karusellir, fiskibrunnur, tombola o.a.


Kl. 15.00 – 02.00 Skótahúsið: Sølubúð við kaffi, breyði og køkum. Framsýning: Fuglar, trøll og løgnar verur, hjá  Lív Dam. Kondibingo, fisikibrunnur, tónleikur og sangur.
Kl. 15.00 – 02.00 Við skótahúsið: 21 spæl, sølubingja  við Candy floss, popcorn o.ø. Tjald  við grillaðum pylsum.
Kl. 15.00 – 19.00 Framsýning/søla av heimagjørdum lutum  í kjallaranum hjá Hannu og Terja á Kjalnesi  33.
Kl. 18.30 Stevnuteiti í fimleikarhøll skúlans.
Kl. 19.30 Útimøti við missiónshúsið.
Kl. 21.30 Sangløta í kirkjuni.
Kl. 23.00 Café Chill – Sámal Ravnsfjall og Ronnie Nielsen spæla. Ókeypis atgongd.


Kl. 23.00 Miðnáttarsamkoma við missiónshúsið. Bálið  verður tendrað, felagssangur , Anna Rúna Jakobsen heldur røðu. Endað verður við føroyskum dansi, Norðstreymoyar Dansifelag skipar  fyri.
Kl. 24.00 – 04.00 Dansur í bygdarhúsinum -  ROX spælir.

Sunnudagur 17. Juni
Kl. 11.00 Guðstænasta v/ Theodor Olsen presti.
Kl. 14.00 gongutúrur við Sjógv, við ferðaleiðara, endað  verður uppi í Odda til eina sangløtu við Birgit Hansen.(um ikki viðrar at ganga niðan í Odda, verður sangløtan flutt í skúlan).
Kl. 15 Kappsigling  við seglum.
Kl. 15.00 -  21.00 Tivoli í skúlagarðinum. M.a. hoppiborgir, karusellir, fiskibrunnur, tombola o.a.
Kl. 15.00 – 20.00 Skótahúsið: Sølubúð við kaffi, breyði og køkum. Framsýning: Fuglar, trøll og løgnar verur, hjá  Lív Dam. Kondibingo, fisikibrunnur, tónleikur og sangur.
Kl. 15.00 – 20.00 Við skótahúsið: 21 spæl, sølubingja  við Candy floss, popcorn o.ø.
Kl. 18.00 Møti í missiónshúsinum.


Kl. 19.00 Stevnuteiti í fimleikarhøll skúlans.

Mánadagur 18 juni
Kl. 19.30 Stevnuteiti í fimleikarhøll skúlans.

Øll skráin liggur á www.torshavn.fo