Skipafelagið í hundrað ár

Leygardagin legði granskarin, søgu- og rithøvundin, Zakarias Wang, bók fram alment um Skipafelagið Føroyar í hundrað ár. Hetta var gjørt í gráa pakkhúsi á Molanum í Havn. Áhugin var stórur, sløk hundrað fólk vóru møtt, og hvør og ein av teimum uppmøttu fingu ókeypis eitt eintak av bókini.

Skipafelagið Føroyar og samfelagið
Rithøvundur: Zakarias Wang
Kápa Tróndur Patursson
Umbróting og prent: Føroya Prent
Útgevari: Stiðin Hoyvík

Vit skulu ikki gera tað stóra burturúr her, tá eitt ummæli kemur seinni, men vit kunnu stutt taka fram, at Zakarias Wang, hevur valt at fevna ógvuliga breitt, tá hann sigur søguna um hetta felag, sum meginparturin av føroyingum, so ella so hevur havt tilknýti til.

Tað er ein fragd at lesa um upprunan til hetta felag, sum byrjaði í løgtinginum, seinnapartin 23. Februar 1919.

Ein reyður tráður er, at danir ikki vilja stuðla uppundir, at gjørd vóru havnaløg, sum var eitt náttúrligt ynski, tá tíðin var farin frá teimum smærru førunum og sluppunum. Vit leggja til merkis, at danir onki hava í móti at stuðla reiðarum og útlendskum áhugamálum, og kom hetta greitt til sjóndar tá danir lótu stuðul fyri postflutning.

Danir gjørdu sær ómak ikki at lata stuðul til føroysk áhugamál, t.d. flutning á føroyskum kjøli.

Lýsa vit støðuna tá, er eisini gjørligt at draga paralellir fram til okkara dagar. Vit kunnu nevna bóndan, Andras Olson, sum klokkan fimm á morgni 1. Juni 1803, var leiddur úr geglinum á Norðnesi í Bjørgvin:

Rithøvundurin skrivar: Hann kom í bøðilshendur og fekk boð um at leggja seg fram eftir rommum á høggustabban. Síðani reiggjaði bøðilin øksina og hálshøgdi Andras.

Brotsverk hansara var, at hann hevði verið oddamaður, tá ið kærubrøv um yvirgang embætismanna vóru skrivað og send kongi. Umráðandi var at forða, at tey misnøgdu fingu ljóð. 

Í dag verða kritiskar røddir ikki hálvshøgdar, men søgan hevur fleiri dømir um, at føroyskir blaðstjórar hava verið og verða forfylgdir av somu donsku myndugleikunum.

Virksemi hjá bóndanum varð tí, sambært myndugleikanum, sambæriligt við virksemi hjá Nólsoyar Páll, sum bygdi Royndina Fríu, skrivar høvundin. Danir noktaðu at stuðla uppundir siglingina hjá Nólsoyar Pálli. Handilsstjórnin sýtti fyri at leiga skip hansara, og hann fekk stóra mótstøðu frá embætisverkinum. 

Tá kríggið brast á í 1807 millum Stórabretland og teir donsku statirnar, tóku bretar ikki bert danska-norska herflotan, men eisini farmaskip, og tá Royndin Fría á somri í 1808 kom niður í Skagerak, varð hon tikin av norskum herskipum, skrivar rithøvundurin:

“Tá bretar fingu at vita frá Pálli, hvussu illa stóð til í Føroyum, góvu teir honum tó eitt annað skip, North Star...”

Tað skuldi vísa seg, at tá Skipafelagið Føroyar kemur í eyga, verður tað ikki petti betri við samstarvinum millum danir og føroyingar, sum vildi nakað á skipakjøli, men danir eru ikki einsamallir at leggja fótonglar fyri føroyingum. Tá vóru tað, sum nú, eisini føroyingar, ið hjálptu dønum at forða fyri loysnum, og tí var tað onki minni enn eitt bragd, at Skipafelagið Føroyar megnaði at yvirliva.

Tað, sum ikki skerst burtur er, at danska embætismannaveldi hevndi seg inn á tær kritisku røddirnar, og teimum, sum góvu hesum rúmd og talifrælsi. Sjálvt um einaveldi var tikið fra kongi, og latið fólkinum, hava danir ongantíð gloymt, at tey misnøgdu mátti ikki fáa rúmd, so sum Andras bóndi, og Nólsoyar Páll, og tí verður sami hugburður brúktur í dag. Eitt sindur meira “lagaligt”, og sofistikerað: 

Nú sleppa fólk undan at verða hálvshøgd, slitin sundur, ella dripin á annan hátt. Nú snýr tað seg um at tvinga fólk á húsagang, sum ikki heldur er nakar nýggur háttur hjá dønum at revsa. Vit kunnu nevna Blaðstjóran í Geil, og tann navnframa Winther...

Her er eitt dømi um leiklutin hjá danska ákæruvaldinum, og tá dómsvaldið beinleiðis gjørdist partur av skipagøluni í Føroyum í áttatiárunum, sum førdi til, at landskassin misti 150 milliónir, sum sambært dønum ikki var nakar trupulleiki, tí danski ríkiskassin kundi lána føroyingum milliónirnar fyri marknaðarrentu. 

Blaðstjórin varð dømdur fongsul fyri avdúking av sama dómara, sum framdi ríkisgóðkent  hvítvask í turkitrumlu. Her hingu eisini føroyskir "taskudreingir" uppi í:
http://www.oyggjatidindi.com/avduking+danski+staturin+var+vid+i+coverup.html

Tað gevur tí lítla meining hjá dønum at tosa um fólkaræði og nationalstatin í 2019 um okkara leiðir.

Søgan um Skipafelagið Føroyar í hundrað ár, dregur okkum í gjøgnum fleiri tíðarlummar, heilt fram til okkara dagar, men áhugavert er tað, at rithøvundurin staðfestir, at tey fyrstu niðursetufólkini, so sjálvsagt komu úr skógarlandinum, Noregi, sum hevði ráðvøruna til bátar og skip,  og ikki úr Írlandi, tó at norðmenn settu inn har á vegnum til Føroyar, men tó m.a. eisini høvdu írskar kvinnur við hendanvegin. 

Eitt ummæli kemur seinni, men vit kunnu upplýsa, at spenningurin er stórur allan vegin. Rithøvundurin dugur óføra væl at greiða frá, og dregur paralellir langt aftur, so bókin gerst ein granskingarperla í samskiftinum millum Danmark og Føroyar, sum í veruleikanum ikki er so nógv broytt, men føroyingar hava verið treiskir, og hava stríðst í móti afturhaldskreftum og hava sigrað á fleiri økjum.

Tað er ikki av tilvild, at danir vita so lítið um Føroyar. Tað er tilætlað, tí tann søgan er bæði myrk og óhugnalig, og tí er hendan bókin so týdningarmikil. 

Tað segðist um ein fyrrverandi ráðharra hjá danska javnaðarflokkinum, sum vitjaði bróðurflokkin í Føroyum. “Hvorfor skal i have alle disse veje”?! Gud viti hvat sami maður sigur um allar tunnlarnar, havnirnar og skipini.

Og hvat vildu danir í veruleikanum sagt um teir kendu søguna, so sum hon her er lýst í granskingarhøpi.

Dan Klein, journalistur

Linkir frá bókaframløguni leygardagin:
https://www.dropbox.com/s/tcy4k3jycu3992v/FS_Export_1_Graded.mp4?dl=0


Her
er so filmurin av øllum sum fingu bøkir 



https://www.dropbox.com/s/ismeiucmamcu1k7/Bok_Export.mp4?dl=0